• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Jólini

Jólaevangeliið - Ein kend søga, søgd á ein nýggjan hátt

Í dag eru jólini ein kristin høgtíð, har vit minnast Jesu føðing. Henda søga kann vera trupul at skilja hjá smærri børnum, sjálvt um tey kanska hava hoyrt hana mangar ferðir. Á hesi síðuni er ein øðrvísi útgáva av søguni um Jesu føðing. Upprunaligu søguni kunnu tit lesa niðast.

Visti tú...

Øll, sum komu úr Italia á Jesu døgum, vórðu nevnd rómverjar, hóast tey ikki komu úr Róm. Tí siga vit, at tað vóru rómverjar, sum ráddu í teimum londunum, sum tann italski keisarin Augustus hevði ræðið á.

Landið Ísrael æt í gomlum døgum Palestina, og soleiðis æt tað til 1948. Ikki fyrr enn tá sluppu jødarnir at avgera, hvussu landið skuldi eita. Ísrael er gamla, bíbilska navnið hjá teimum jødisku ættunum, sum búðu í tí økinum.

Tað var ikki vanligt hjá teimum fyrstu kristnu at hátíðarhalda Jesu føðing. Tað var ikki fyrr enn um ár 300, at tey broyttu jólahaldið, sum var ein heiðin siður, og gjørdu tað til eina kristna høgtíð. Tað var eisini um hetta mundið, at tey gjørdu av, at tað nýggja árið byrjaði um jóltíðir. Fyrr byrjaði tað nýggja árið á páskum.

Jólaevangeliið

 

Fólkateljing

Einaferð fyri mongum árum síðan, hevði keisarin í Italia ómetaliga stórt vald. Augustus æt hann. Hann ráddi yvir nógvum londum. So nógvum londum ráddi hann yvir, at bæði hann og menniskjuni, sum búðu í hesum londum, hildu, at hesi londini vóru øll londini í heiminum. Augustusi dámdi væl at halda skil á tí, sum hann ráddi yvir, og tí ynskti hann at fáa greiðu á, hvussu nógv fólk búðu í øllum hesum londunum, og hvørjum býum tey komu frá.

Sum sagt, so gjørt. Augustus var vanur at fáa sín vilja, so hann gjørdi av, at øll menniskjuni í hesum londunum skuldu fara til teir býirnar, tey vóru ættað. So kundu tey, sum arbeiddu fyri Augustus, telja fólkini har. Tá á døgum høvdu tey onga telefon ella teldu, so tey sum taldu upp kundu ikki bara ringja og spyrja, hvørji og hvussu nógv fólk vóru í húskinum.

Eitt av londunum, sum Augustus ráddi yvir, var Ísrael, og í Ísrael búði ein maður nevndur Jósef. Jósef var trúlovaður Mariu, og Maria var við barn. Tá ið Augustus gav boð um, at fólkateljing skuldi vera, vóru Jósef og Maria í einum býi, sum æt Nasaret, men hvørki Maria ella Jósef vóru ættað úr Nasaret. Tí máttu tey fara avstað, hóast Maria hevði eitt barn í búkinum. Tey máttu ferðast til býin Betlehem, tí haðani var Jósef ættaður.

Jesus verður føddur

Tað var ein long ferð, og tá á døgum vóru eingi tok ella bilar, og heldur eingi flogfør, og tí máttu tey ganga allan vegin. Tíbetur høvdu tey ein asna, sum bar Mariu, tá ið hon gjørdist ov troytt og ikki orkaði at ganga longur. Tá ið tey at enda komu vegin fram, vóru ikki nógv støð at sova, tí ómetaliga nógv fólk vóru komin til Betlehem vegna fólkateljing. Men Maria skuldi jú eiga eitt barn, so tey máttu finna okkurt stað at vera. Tíbetur fingu tey loyvi at hvíla seg í fjósinum hjá einum blíðum bónda. Og tað var gott, tí í tí tey komin inn, átti Maria barn sítt.

Tað var ein lítil drongur. Hann var teirra fyrsta barn, so tit kunnu hugsa tykkum, at Maria og Jósef vóru errin. Men tey áttu onga vøggu at leggja hann í, og tey høvdu gloymt at taka klæðir við til hansara. Tey ballaðu hann inn í eitt teppi og løgdu hann í eina krubbu, sum hestarnir og hini djórini brúktu til at eta hoyggj úr. Har var turt og fjálgt og júst nóg stórt til eitt lítið barn. Djórini royndu at lukta og finna útav, hvat hetta løgna í krubbuni var, men tey funnu skjótt út av, at hetta ikki var etandi.

Hirðarnir møta einglunum

Stutt frá Betlehem sótu nakrir hirðar, sum ansaðu eftir sínum seyði og sínum geitum. Brádliga hvukku teir við – og tað gjørdu teirra seyðir og geitir eisini. Serliga seyðirnir, tí seyðir eru so lættir at kløkka. Teir høvdu góða orsøk til at hvøkka við, tí brádliga lýsti himmalin upp rundan um teir, sum var sólin dottin niður av himmalinum. Men tað var tíbetur ikki sólin, tí hevði tað verið hon, so høvdu teir kódna.

Men tað, tey sóu, var minst líka merkisvert, sum hevði sólin dottið niður. Framman fyri teimum stóð ein veruligur eingil, og tað var ikki vanligt at síggja slíkar, heldur ikki tá á døgum.

Hirðarnir gjørdust ógvuliga bangnir, tí teir høvdu jú ongantíð sæð ein eingil fyrr. Eingilin lýsti og var mætur sum fáur. Hirðarnir vistu ikki, hvat ein tílíkur eingil mundi vera førur fyri at gera. Men eingilin segði teimum, at teir ikki skuldu ræðast, tí Gud hevði sent hann niður á jørðina at bera teimum eini gleðiboð. Síðan segði eingilin teimum frá um tað lítla barnið, sum júst var føtt í Betlehem. “Hetta barnið,” segði eingilin, “skal bjarga menniskjunum undan øllum illum.”

Hirðarnir vóru ikki heilt vísir í, hvat eingilin meinti við, tí nógv í heiminum ger, at vit fáa ilt. Vit kunnu fáa ógvuliga ilt av tannapínu. Tað kann vera ringt at vera fátækur, tí so hevur mann ilt í búkinum av svongd. Happing ger teg keddan, og um tú missir onkran, sum tú ert góður við, fært tú ilt í hjartað. “Tað kundi eitt lítið barn einki gera við,” hugsaðu teir, men tordu ikki at spyrja tann stóra eingilin, hvat hann meinti við. Hirðarnir lurtaðu bara eftir øllum, sum eingilin segði. Seinni kundu teir tosa og hugsa nærri um hetta.

Og eingilin segði nógv løgið. Hann segði, at lítla barnið var Kristus, og at tað var ein harri. Og síðan segði eingilin, at einaferð fór barnið at gerast ein máttmikil kongur eins og Dávid. Hetta skiltu hirðarnir als ikki, men so bað eingilin teir fara til barnið, sum var í Betlehem. Hetta var lættari at skilja, tí so nýttist teimum ikki at hugsa, men bara fara, har eingilin bað teir fara. Kanska fóru teir at skilja, at barnið var ein harri, tá teir sóu tað.

Í næstu løtu varð himmalin fullur av einglum, sum lovaðu Gudi og takkaðu honum. Síðan sungu teir, sum bara einglar kunnu syngja.

“Heiður veri Guði í hægsta himli, og friður á jørð, og í menniskjum góður tokki.”

Hirðarnir finna tað lítla barnið

Tá ið einglarnir vóru farnir, vóru hirðarnir skjótir at pakka saman. Teir skundaðu sær til Betlehem at finna barnið. Og hóast eingilin ikki hevði sagt teimum, hvar fjósið lá, so funnu teir bæði Jósef, Mariu og tað lítla barnið, sum lá í krubbuni.

Hirðarnir greiddu teimum frá, at eingilin hevði sagt, at hetta barnið skuldi bjarga menniskjum frá øllum illum. Jósef og Maria hildu hetta vera ógvuliga løgið. Maria gjørdist eitt sindur bangin eisini, men hon legði sær hetta í geyma og goymdi tað í hjarta sínum. Hon hugsaði mangan aftur á hesi orðini.

Hirðarnir kundu ikki verða verandi hjá Jósefi og Mariu. Teir máttu út at ansa dýrunum á bønum. Teir prísaðu Gudi fyri alt tað, teir høvdu hoyrt og sæð, tí alt varð júst, sum eingilin hevði sagt teimum.

Lítli drongurin fær navnið Jesus

Tá ið tann lítli drongurin var átta dagar gamal, varð hann nevndur Jesus, tí tað hevði Gud avgjørt. Maria, mamma hansara, hevði fingið vitjan av einum stórum og vøkrum eingli.  Eingilin hevði sagt henni, at barnið skuldi eita Jesus.

Tað er gott, at einglar eru til!

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 

1. Augustus keisari hevði stórt vald. Tá ið hann gjørdi av, at øll menniskju skuldu fara til tann býin, tey vóru ættað, so gjørdu tey tað. Heldur tú, at øll fólk í Føroyum høvdu farið til ta bygdina ella tann býin, haðani tey vóru ættað, um løgmaður ella drotningin hevði biðið tey?

Um vit hava ræði á einum landi, eiga vit tað so? Eigur forsetin ella kongurin eisini menniskjuni? Tíni foreldur ráða yvir tær, men eiga tey teg?

2. Augustus keisari vildi telja menniskjuni í “øllum heiminum”. Hvat heldur tú var ætlanin við tí? Heldur tú, at tað er umráðandi at vita, hvussu nógv menniskju eru á jørðini? Hvussu nógv menniskju eru í bygdini ella býnum, har tú býrt? Er tað meira umráðandi fyri ein kong at vita tað enn fyri teg? Hví heldur tú tað?

3. Hirðarnir møttu einum stórum og vøkrum eingli. Men eru einglar til? Vóru kanska einglar til, tá Jesus varð føddur, men ikki longur? Ella er tað kanska ikki satt, at hirðarnir møttu einum eingli? Um tað ikki var ein eingil, sum teir møttu, hvørjum møttu teir so?

4. Hirðarnir gjørdust bangnir, tá ið ein eingil brádliga stóð framman fyri teir. Hevði tú verið bangin, um ein eingil brádliga stóð framman fyri tær? Um ja, merkir tað, at einglar eru vandamiklir? Hvussu kunnu vit vita, um nakað veruliga er vandamikið, um vit onkuntíð eru bangin fyri tí vandaleysa? Og hvussu kunnu vit vita, um okkurt er vandamikið, um vit ikki eru bangin fyri tí?

5. Tann stóri, vakri eingilin var bara ein boðberi. Tað var lítla barnið, sum var mest umráðandi í søguni. Men hvussu kann eitt lítið barn vera meira umráðandi enn ein stórur, vakur eingil, sum hirðarnir enntá óttaðust? Heldur tú, at barnið var meira umráðandi enn eingilin, tí tað ein dag skuldi gerast ein stórur kongur? Ella kann eitt lítið barn vera meira umráðandi enn nakað annað, bara tí tað er eitt lítið barn?

6. Eingilin segði við hirðarnar, at teir skuldu fara til Betlehem at finna lítla barnið í krubbuni. Hevði tú havt gjørt, sum eingilin segði? Hví, hví ikki? Hevði tú havt gjørt tað, um tað var eitt barn, sum bað teg fara?

7. Einglarnir syngja millum annað um frið á jørð. Hava øll menniskju uppiborið at vera eydnurík? Hava tey, sum eru ljót ímóti øðrum, rætt at hava tað gott? Kunnu vit seta nakrar treytir fyri, hvørji menniskju hava uppiborið eydnu?

8. Tann stóri eingilin segði við hirðarnar, at barnið skuldu bjarga menniskjunum undan øllum illum. Men hvørji sløg av illum tingum heldur tú, at eingilin meinti við? Hvør kann hjálpa okkum við at taka burtur:

·         tannapínu?

·         ljót klæðir?

·         hungur?

·         fátækradømi?

·         happing?

·         óvinir?

·         sorg?

Er nakað av hesum, sum vit sjálv kunnu fáa í rættlag? Ella kann Gud hjálpa okkum við hesum?

9. Hirðarnir lovaðu Gudi, tí alt varð, sum eingilin hevði sagt. Men hvussu kundu teir vita, at teir skuldu biðja til Gud, tá ið tað var ein eingil, sum hevði sagt teimum alt, og ikki Gud?

10. Maria goymdi alt, sum hon hevði hoyrt, í hjarta sínum. Ber tað til? Merkir tað, at hjartað er sum ein eskja, har vit kunnu goyma lutir? Hvat kunnu vit goyma í hjartanum, og hvat kunnu vit ikki goyma har?

Kunnu vit eisini goyma ymiskt í høvdinum? Kunnu vit goyma somu lutir í høvdinum, sum vit goyma í hjartanum? Kunnu vit goyma nakað í nøkrum øðrum pørtum av okkara kroppi? Hvørjar lutir kanst tú goyma aðrastaðni á kroppinum?

11. Sambært Bíbliuni fekk Jesus navn sítt frá Gudi. Ein eingil segði Mariu, at hon fór at fáa ein son, og at hesin sonurin skuldi verða nevndur Jesus. Men átti Gud ikki at havt spurt Mariu og Jósef fyrst? Spyr Gud nakrantíð menniskju til ráðs, ella eru tað bara menniskju, sum kunnu spyrja Gud?

Einglar

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017