• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Jólaevangeliið

Tvey jólahugskot

 

1. Gerið eina jólakrubbu

Í katólskum londum er ikki vanligt at hava eitt jólatræ. Í staðin hava tey eina lítla krubbu í stovuni, sum er pyntað við dukkum, sum ímynda djórini og menniskjuni, sum vóru í fjósinum, tá ið Jesus varð føddur. Tey pynta eisini kirkjurnar við vøkrum krubbum, og ofta byggja tey eina stóra krubbu á torginum í miðbýnum, so øll kunnu síggja hana. Her hjá okkum verður jólatræið tendrað, meðan har tendra tey kanska krubbuna, tá tað nærkast jólum.

Tit kunnu gera eina slíka jólakrubbu í flokkinum. Gerið fjósið, fólkini og djórini úr pappi og pyntið tey við ymiskum, og nýtið síðan dukkurnar at lýsa jólaevangeliið, tá ið tit lesa tað í flokkinum. Um tit eru fleiri flokkar, sum gera krubbur, kunnu tit kappast um, hvør ger bestu krubbuna – ella kunnu tit samstarva og gera eina vakra krubbu saman.

 

2. Gerið sangin hjá einglunum

Tað stendur í Bíbliuni, at einglarnir syngja fyri hirðunum, men einki lag er til sangin. Kanska tit kunnu finna upp á eitt lag til sangin hjá einglunum?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017