• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

 

Ávegismál eftir 2. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at lurta eftir og samskifta um søgur úr Bíbliuni
  2. at vísa á søgur um lív Jesusar og hansara samveru við menniskju
  3. at samtala um grundleggjandi fatan av Gudi sum skapara.
 
Ávegismál eftir 4. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at greiða frá søgum úr Gamla og Nýggja testamenti
  2. at endurgeva úrval av bíbliutekstum á ymiskan skapandi hátt
  3. at skilja og tosa um innihaldið í úrvaldum bíbliufrásagnum
  4. at samanbera evni úr bíbliufrásagnum við líknandi evni í samtíðini.
 
Ávegismál eftir 6. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at tulka úrvaldar hendingar og frásagnir í Gamla og Nýggja testamenti
  2. at leita og finna viðkomandi tekstir í Bíbliuni
  3. at síggja mun á ymiskum tekstsløgum í Bíbliuni
  4. at greiða frá sambandinum millum Gamla og Nýggja testamenti
  5. at vísa á bíbilskar frásagnir í list og mentan.
 

 

Faklig førleikamál eftir 9. floksstig

Næmingurin dugir

  1. at brúka Bíbliuna sum tekstsavn
  2. at greiða frá, greina og tulka søgugongdina í Bíbliuni
  3. at leita og finna viðkomandi tekstir í Bíbliuni
  4. at greina og tulka ymisk tekstsløg
  5. at meta um týdningin av bíbilskum tekstum í samfelagsligum og mentanarligum høpi.

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017