• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Siðfrøði og siðreglur

Eitt av kjarnuøkinum í lærugreinini kristnikunnleiki og átrúnaður er: Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði. Námsætlanin lýsir hetta økið soleiðis: 

 

Átrúnaður, lívsfatan og siðfrøði

Næmingurin upplivir longsil og leitan eftir meining, endamáli og innihaldi í tilveruni.

Tí skal hann læra at greiða frá og greina átrúnaðarligar, lívsfilosofiskar og siðfrøðiligar spurningar og virði samsvarandi tí undirvísingarstigi, hann er á. Næmingurin skal eisini læra at umhugsa og skilja týdningin av átrúnaði, lívsfatan og siðalæru fyri hin einstaka og samfelagið, í egnum eins væl og í alheims høpi. Eisini verður dentur lagdur á at umrøða og samtala um hóskandi tíðarbærar tilveruspurningar.

Næmingurin eigur at fata ta ábyrgd, menniskjað hevur av sær sjálvum og medmenniskjum sínum. Hann skal læra, hvat tað er at vera sannur, reiðiligur, álítandi, ábyrgdarsamur og rættvísur, og hvat tað vil siga at sýna næstakærleika og samanhald í verki. Hesi virði saman við javnvirði, virðing og tolsemi eru týdningarmikil, tá ið hugsað verður um at skapa góð viðurskifti og samskifti millum menniskju.

Næmingurin skal fáa kunnleika um siðfrøði í Bíbliuni. Grundarlagið kann m.a. vera fjallatalan, tað dupulta kærleiksboðið, tann gylta reglan, tey 10 boðini og dømi úr lívi Jesusar. Í hesum evninum eiga átrúnaðarligir, lívsfilosofiskir og siðfrøðiligir spurningar, ið eru viðkomandi fyri næmingin, at verða umrøddir. Umráðandi er, at samsvar er millum tað, næmingurin lærir, og hvussu hann lærir tað. Næmingarnir eiga tí at fáa høvi til at royna í verki umsorgan, at taka ábyrgd og sýna virðing fyri øðrum menniskjum, t.d. í hjálpararbeiði.

Næmingurin skal eisini fáa kunnleika um samskifti millum menniskju í heimligum og millumtjóða høpi. Nomið verður við, at tað einstaka menniskjað hevur ábyrgd av felagsskapinum, og at felagsskapurin hevur ábyrgd av tí einstaka.

Siðfrøðiligir spurningar og menningin á tøknifrøðiliga og náttúruvísindaliga økinum verða umrødd. Umráðandi er at vísa á, at menniskju eru skapt at liva saman í kærleika og at hava ábyrgd hvørt av øðrum.

Næmingurin skal hava at vita, hvussu virðisgrundarlag Bíbliunnar kemur til sjóndar í siðum og skikkum, í samfelagslívi og mentan. Familja og hjúnalag verða lýst úr einum kristnum sjónarhorni.

Valdir verða fakliga hóskandi átrúnaðarligir, lívsfilosofiskir og siðfrøðiligir tekstir. Næmingurin lærir í hesum sambandi at brúka hóskandi fakligt mál og at gera mun á hugvísindaligum og náttúruvísindaligum máli.

 

Trýfaldaða filturroyndin
Ein tala ímóti kríggi
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017