• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ein tala móti kríggi

 

Ein 12 ára gomul amerikonsk genta stríðist fyri friði!

Niðanfyri er ein røða hjá amerikonsku gentuni Charlotte Aldebron frá 2002. Unga Charlotte helt nógvar røður um hetta mundið, sum allar vóru um avleiðingar av kríggi. Charlotte var tá 12 ár og gekk í sjeynda flokki í Cunningham Middleschool í Presque Isle, Maine. Charlotte hevur búð í fleiri londum í Afrika, Evropa og Karibia, og hon hevur upplivað fleiri ymiskar mentanir og lívshættir. Hon veit, hvussu umráðandi tað er, ikki at vera bangin fyri at siga sína meining um tað, sum er skeivt og órættvíst. Charlotte ynskir frið og tryggleika fyri øll børn, og hon hevur fingið nógva umrøðu í USA fyri sín eldhuga.

Charlotte helt hesa røðuna 26. oktobur 2002 á einari friðarráðstevnu í Augusta, sum er høvuðsstaðurin í Maine. Regnið oysti niður, men uml. 2700 fólk komu at lurta eftir røðuni hjá Charlotte  um frið.

Her heldur Charlotte røðu sína í Augusta hin 26. oktobur 2002. Tað, sum vit ikki síggja á myndini, eru tey fleiri túsund fólkini, sum lurtaðu eftir henni.

Røðan:

“Eg havi sagt mína hugsan fleiri ferðir síðan 11. septembur 2001 (Tá ið World Trade Center í New York varð undir álopi í eini yvirgangsatsókn). Hin 12. februar 2002 skrivaði eg ein stíl  um tað amerikanska flaggið, har eg vísti á, hvussu vit mangan tilbiðja flaggið og siga, hvussu errin vit eru av tí, heldur enn at liva upp til tær hugsjónir, sum flaggið stendur fyri. Hin 22. mars greiddi eg starvsfólkunum hjá Snowe senatori frá, at vaksin ikki eru at líta á. Tey eru følsk, tí tey siga okkum børnum, at vit skulu loysa trupulleikar við at tosa saman, meðan tey sjálv drepa menniskju í Afganistan. Tann 28. mars segði eg tað sama beinleiðis við Collins senator. Hon segði mær, at av tí at vit gjørdu innrás í Afganistan, kunnu lítlar gentur nú ganga í skúla og læra at lesa. Tað er eitt løgið val at skula taka: lær at lesa, ella hav eina mammu og ein pápa.

Hin 3. apríl gav heimasíðan CommonDreams.org út mín stíl um amerikanska flaggið. Hann fekk nógva umrøðu og varð prentaður á blað og lisin upp í útvarpinum. Eg fekk 800 teldupostar. Eg gjørdist bilsin um hesa undirtøkuna, tí eg var so smátt farin at halda, at tað at loysa trupulleikar við at tosa saman var nakað, sum børnini máttu taka sær av einsamøll, tí vaksin bara bardust so nógv, sum teimum lysti. Hetta minti ikki sørt um tað, at vaksin kunnu drekka og banna, meðan børn ikki sleppa. Hin 20. mai talaði eg á friðarráðstevnuni í Bath, og hin 20. mai tosaði eg við Chellie Pingree og Tom Daschle. Eg hevði varhugan av, at Tom Daschle als ikki gav hesum ans, tí hann hugdi ikki at mær og legði bara mín stíl í lumman uttan at lesa hann. Hin 22. juni helt eg eina røðu á ársaðalfundinum hjá Maine Green Independent Party. Nú er 26. oktobur, og eg haldi aftur eina røðu. Hetta er eitt sera vánaligt tekin, tí hetta merkir, at vit ikki hava frið – vit hugsa í roynd og veru um at drepa enn fleiri menniskju. Eg fái vaml av at hoyra mína egnu rødd. HALLO! Er nakar har úti, sum lurtar?

Eg rokni bara við, at mín rødd er for lítil til at verða hoyrd. So hesa ferð fari eg at leggja røddir hjá øðrum børnum afturat. Saman eru vit kanska nóg sterk. Børn sum Ali, sum var trý ára gamal, tá ið vit drupu pápa hansara í flógvakrígnum. Ali skavaði mold av grøvini hjá pápa sínum hvønn dag í trý ár, meðan hann rópti til hansara: “Tað er í lagi, babba, tú kanst koma út nú! Menninir, eru farnir.” Og Luay, sum var 11 ára gamal og glaður at sleppa at ganga í skúla og sleppa at gera heimaarbeiði. Hann fór í song, tá ið hann vildi, og kom upp, tá ið hann vildi. Men í dag hevur hann onga útbúgving, og hann hoyrir enn spreingingarnar inni í høvdinum á sær.

Og børnini í Basra í Suðurirak, sum hendan dag spæla í húsatoftunum, meðan ávaringarlúðrarnir hjá loftverjuni ýla, tí vit halda áfram at bumba tey. Og øll børnini í Irak, sum ongantíð fara at gerast vaksin, tí tey hava fingið blóðkrabba av tí ótarnaða uraniuminum í okkara rakettum – og tey kunnu ikki fáa heilivág ella geislaviðgerð, tí vit ikki lata teirra land samráðast um handil við onnur lond. (Irak fekk handilsbann við USA og onnur lond í heimssamfelaginum eftir fyrsta flógvakríggið). Eg kenni ikki nøvnini á øllum hesum børnunum.

Kunnu tit hoyra okkara røddir nú? Eg vil leggja tíggju ára gamla Mohibollah úr Afhanistan afturat, sum var úti við til familju sín, tá ið hann fann eina av teimum litføgru tyssibumbunum  við einum fallskíggja. Hon var sum ein sodavatnskassi til støddar. Hvat barn hevði ikki farið og hugt nærri at tí? Hendan søgan endaði við, at har sum vinstra hond hansara plagdi at vera, hingu einans smáir lepar av kjøti eftir.

George W. Bush hevur biðið øll amerikonsk børn geva ein dollara til børnini í Afganistan. Her er mín dollari: røddin hjá seks ára gomlu Paliko, sum varð borin inn á sjúkrahúsið, meðan hon enn var í sínum fínasta kjóla. Hon hevði verið í einum brúdleypi, har vit bumbaðu í tveir tímar – og drupu alla familju hennara – av óvart. Og tvey ára gamla Alia, sum varð funnin undir teimum sorlaðu múrsteinunum, sum drupu familju hennara, tá ið vit sprongdu hús teirra – aftur av óvart. Aftaná bóðu okkara hermenn um orsaka. Sínámillum kalla teir afganar fyri “rag heads” (eyðmýkjandi lýsing, sum amerikanarar nýta um tey, sum ganga í turban – á føroyskum “ývið høvd”). Sum eg segði í mínum stíli um flaggið, so leggja vit meira í symbol, enn vit leggja í livandi menniskju.

Kunnu tit hoyra okkum nú? Myndugleikar okkara fíggja eitt barnasjónleikarhús í Afganistan, sum lærir børnini at berjast við pennum og pappíri, heldur enn við vápnum. Tey siga, at afganarnir skulu “gerast partur av tí útbúna heimssamfelagnum”. Tey kalla tað “Tað mobila minisirkusið”. Íðkararnir eru foreldraleys børn, sum búgva stutt norðan fyri Kabul, á einum barnaheimi við meira enn 2000 ofrum frá okkara flogálopum. Nær gerast vit partur av tí útbúna heimssamfelagnum?

Kanska vilja tit hoyra røddirnar hjá nøkrum palestinskum børnum? Hjá Sami, sum varð skotin í høvdið av einum ísraelskum hermanni, dagin fyri hann fylti 12 ár. Tíggju ára gamla Riham, sum varð dripin í skúlagarðinum av einum ísraelskum stríðsvogni, og 14 ára gamli Faris, sum bað átta ára gamla beiggja sín, Abdel, verða heima, meðan hann fór at keypa inn. Abdel noktaði, og tí slapp hann at síggja ein stríðsvogn skjóta og drepa beiggja sín á gøtuni. Og tey seks Matar børnini, millum tveir mánaðir og seytjan ára gomul, sum øll vórðu dripin, tá ið ein ísraelskur flogskipari, sum fleyg í einum flogfari, sum varð framleitt í USA, slepti eina bumbu niður á húsini hjá teimum. Flogskiparin var sendur av ísraelska forsætisráðharranum Ariel Sharon, sum okkara forseti sigur vera ein mann, sum vil hava frið.

Kunnu tit hoyra okkum nú? Hvat við røddunum hjá ísraelskum børnum? Hvat við røddunum hjá fjúrtan ára gomlu Raaya og tvey ára gomlu Hemda, dripnar saman við foreldrum sínum av einum palestinskum sjálvsmorðsbumbumanni, tá ið tey fóru út at eta pitsu? Níggju mánaðar gomlu Avia, sum varð dripin av palestinum, sum skutu og kastaðu granatir á bilar, ella teimum tólv tannáringunum, sum vórðu dripnir í einum náttklubba av einum sjálvmorðsbumbumanni? Kunnu tit hoyra okkum nú?

Hvussu nógv børn afturat skulu líða ella doyggja, áðrenn tit hoyra okkum? Hetta er ikki illa meint, men eg vóni veruliga, at eg aldrin skal halda eina friðarrøðu aftur.”

Charlotte við rottu síni Alcatraz. Alcatraz er navnið á einum illa gitnum fongsi í USA. Hví man hon hava nevnt rottu sína soleiðis?

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Charlotte hevur búð í nógvum ymiskum londum. Hevði hon kunnað hildið hesa røðuna, um hon einans hevði búð í USA? Um ikki, merkir hetta so, at vit eru noydd at kenna aðrar mentanir fyri at skilja, hví tað er so umráðandi at sleppa undan kríggi? Ella merkir tað, at vit mugu kenna eina mentan, sum hevur upplivað kríggj, fyri at skilja, hvussu ringar avleiðingarnar av einum kríggi kunnu vera? Er tað gjørligt at skilja álvaran í tí, sum Charlotte sigur, um ein ikki sjálvur hevur upplivað tað, sum hon hevur upplivað?

2. Hvat er tað, sum Charlotte finst at í hesi røðuni?

·         amerikonskum politikki

·         at tað er kríggj í heiminum

·         at heimsins leiðarar ikki megna at loysa trupulleikarnar við at tosa saman

·         at umstøðurnar hjá børnum í heiminum í dag eru so vánaligar

·         at menniskju ikki verða vird

·         annað

Tekur tú undir við hennara atfinningum? Hvat heldur hon kann gerast fyri at bøta um umstøðurnar? Heldur tú, at tað er lætt at bøta um umstøðurnar? Heldur tú, at tann, sum finst at onkrum, eisini eigur at hava eina loysn á, hvussu trupulleikin kann loysast, ella er tað í lagi at mótmæla, hóast ein ikki hevur nakað svar sjálvur?

3. Heldur tú, at Charlotte heldur tað vera stuttligt at vera kend fyri tað hon ger? Ella ynskir hon bara, at tað, sum hon sigur og skrivar, skal elva til broytingar í heiminum? Hvussu koma vit okkum undan, at okkara áhoyrarar hugsa um okkum, tá ið vit bara royna at bera fram ein boðskap? Er gjørligt at skilja boðskapin frá tí persóninum, sum kemur við honum?

4. Charlotte sigur, at tey, sum hava valdið, ikki vilja lurta eftir henni, og tí má hon halda so nógvar røður um frið. Men hví vilja politikararnir ikki lurta eftir henni? Tí hon er eitt barn? Hevði tað hjálpt, um hon var eldri? Ella lurta kanska fleiri eftir henni, nevniliga tí hon er eitt barn? Ella halda politikararnir kanska, at hon hevur einki vald, sum hon kann trýsta teir við, og tí er tað, sum hon sigur, ikki so týdningarmikið? Halda tit, at teir høvdu lurtað eftir henni, um teir vistu, at nógv fólk tóku undir við tí, sum hon segði?

Halda tit, at heimsins leiðarar áttu at lurtað meira eftir røddunum hjá børnunum, og ikki bara lurtað, men eisini gjørt, sum børnini søgdu, at teir áttu at gjørt? Vita børn betur enn vaksin, hvat er umráðandi og krevst, soleiðis at heimurin verður betir? Um børn vita betur enn vaksin, merkir tað so, at vit gerast býttari við aldrinum?

Halda tit, at tað ger mun, at Charlotte torir at siga sína meining á henda hátt? Hevði tað hjálpt, um fleiri gjørdu tað sama?

 

5. Charlotte sigur, at hon “var so smátt farin at halda, at tað at loysa trupulleikar við at tosa saman var nakað, sum børnini máttu taka sær av einsamøll, tí vaksin bara bardust so nógv, sum teimum lysti.” Berjast børn minni enn vaksin? Eiga vaksin ikki at berjast minni enn børn?

 

6. Hví fara vaksin í kríggj heldur enn at tosa saman? Nær er tað lættara at berjast ella taka vápnini fram, heldur enn at tosa? Hvat er tað, sum ger, at tað onkuntíð er so ringt at tosa saman? Kunnu allar ósemjur og trupulleikar loysast við at tosa saman, ella eru bardagi, vápn og kríggj onkuntíð einasta loysnin?

 

7. Fyri at loysa ósemjur mugu vit hava nakrar eginleikar. Hvørjar? Er neyðugt at:

·         lurta eftir hvørjum øðrum?

·         hyggja burtur frá mistøkunum hjá øðrum?

·         viðganga okkara egnu mistøk?

·         virða hvønn annan, sama hvat hin parturin sigur ella ger?

·         vera vinir, sama hvat hendir?

·         dáma hvønn annan, sama hvat hendir?

·         vita, hvat vit sjálvi vilja?

·         vita, hvat ið hini vilja?

·         hava álit á, at tað, ið hin parturin sigur, altíð er satt?

·         kunna hyggja í eyguni á hvørjum øðrum?

·         leggja okkara egnu áhugamál til síðis?

·         stríðast fyri tí, sum vit trúgva á – sama hvat hendir?

·         kunna seta okkum í støðuna hjá hinum persóninum?

Eru allir hesir eginleikarnir líka umráðandi? Er nakar, sum vit kunnu vera fyriuttan? Er nakar eginleiki, sum tú vilt leggja afturat?

8. Kunnu vit krevja, at øll, sum hava stórar hugsjónir, altíð eru før fyri at liva eftir hesum hugsjóninum? Ella mugu vit broyta okkara hugsjónir, um vit sjálvi ikki eru før fyri at liva eftir teimum?

9. Er meira umráðandi at ansa eftir, at børn fáa betri umstøður at liva undir enn vaksin? Hví/ hví ikki?

10. Tey børnini, sum Charlotte nevndi, liðu ikki einans, meðan kríggj var í teirra landi. Eisini aftaná, antin av ringum minnum, ella tí tey høvdu mist onkran í familjuni, ella av handilsforðingum.

Skal hetta skiljast sum, at eitt kríggj ikki er endað, hóast hermenninir hava lagt vápnini frá sær? Ella merkir hetta, at tað tekur tíð, áðrenn sárini frá einum kríggi er lekt? Nær er eitt kríggj liðugt? Hvat av hesum heldur tú vera best?

·         at eingin longur verður dripin?

·         at eingin longur er bangin?

·         at ein týðiligur vinnari altíð er?

·         at tað ikki longur er nakar, sum hevur marruna um kríggj?

·         at samfelagið riggar aftur?

·         at øll føla, at tey verða rættvíst viðfarin?

·         at restin av heiminum virðir landið, sum bleiv álopið?

·         at landið, sum byrjaði kríggið, biður um umbering?

Kann friður koma í heimin, um øll menniskju klára at finna loysnir á trupulleikunum við at tosa saman? Er hetta gjørligt, ella er hetta ein ógjørligur og óveruleikakendur dreymur?

11. Amerikanski rithøvundurin og uppfinnarin Benjamin Franklin (1706 – 1790) skrivaði eina ferð í einum brævi til ein amerikanskan patriot, at “ongantíð var eitt gott kríggj farið fram, ella hevði tað endað við einum vánaligum friði” (there never was a good war or a bad peace). Hvat meinti hann við tí? Meinti hann, at tað altíð er skeivt at fara í kríggj, sjálvt ímóti einum landi, sum er ein hóttan antin móti sínum egnu íbúgvum ella móti øðrum tjóðum? Ella er eitt slíkt land longu í einum slagi av kríggi? Og hevði tað øvut verið rætt hjá einum landi at bundið frið við eitt annað land, hóast umstøðurnar vóru órættvísar? Áttu londini, sum Týskland vann á undir seinna heimsbardaga, havt bundið frið við Týskland á teirra treytir?

12. Hvat halda tit, at vit áttu at gjørt ímóti statum ella tjóðum, sum eru ein hóttan móti friðinum hjá øðrum?

13. Er tað altíð skeivt at drepa eitt menniskja?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017