• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Flag Essay

Stílurin hjá Charlotte 

Charlotte Aldebron skrivaði hendan stílin til eina kapping á skúlanum. Hendan kappingin verður skipað árliga av myndugleikunum í New York, og ætlanin er, at hon skal styrkja vitanina hjá amerikanska ungdóminum um flagg sítt, og um hvat tað merkir fyri tey. Stílurin hjá Charlotte vann ikki, men hann vakti stóran ans og bleiv millum annað útgivin á internetinum og lisin upp í útvarpsstøðunum á vári 2002.

Charlotte Aldebron: “Flag essay”

“Tað amerikanska flaggið lýsir eina sannroynd: eitt klædnastykki kann vera sera umráðandi. Tað er ólógligt at lata flaggið nerta við jørðina ella at vinda tað á stong í vánaligum veðri. Flaggið má altíð verða viðfarið við virðing. Tað er lætt at síggja, hvussu umráðandi hetta stykkið av toyi er, tá ið tú samanber tað við menniskju, tí flaggið verður nógv betur viðfarið. Eingin leggur í, um ein heimleysur nertir við jørðina. Ein heimleysur kann liggja úti alla náttina, uttan at nakar tekur hann upp, leggur hann pent saman og gevur hon skjól fyri regni.

Skúlabørn skulu svørja, at tey eru trúgv ímóti hesum stykkinum av toyi hvønn morgun. Eingin noyðist at svørja, at tey eru trúgv ímóti rættvísi, javnvirði og mannarættindum. Eingin noyðist at lova, at menniskju skulu fáa eina virðiliga løn ella nóg mikið at eta, at tey kunnu sleppa at keypa heilivág til sømiligan prís, at tey kunnu fáa reint vatn, ella at tey kunnu sleppa at anda luft, sum ikki hevur skaðilig evni í sær. Men vit noyðast øll at lova, at vit elska eitt reytt, hvítt og blátt fýrkantað stykki av toyi.

Betsy Ross (seymikona, sum sambært søgnini teknaði fyrstu skitsuna til amerikanska flaggi í 1770’unum) hevði verið sera bilsin, um hon visti, hvussu væleydnað skaparverk hennara var blivið. Men Thomas Jefferson (triði amerikanski forsetin (1801 – 1809) og ein av rithøvundunum til amerikansku frælsisyvirlýsingina) hevði verið sera vónbrotin at sæð, hvussu fá av veruligu virðunum hjá flagginum eru eftir í dag.”

 

 

 

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 1. Fløgg og menniskju

Charlotte heldur, at tað er skeivt at vísa einum stykki av toyi meira virðing enn øðrum menniskjum. Men hvat er tað, sum menniskju hava, sum flaggið ikki hevur? Er nakað, sum flaggið hevur, sum menniskju ikki hava? Tá ið tey vísa flagginum virðing í USA, so gera tey tað millum annað við at halda tí burtur frá jørðini og verja tað móti ringum veðri. Hvat áttu vit at gjørt, um vit vildu víst øðrum menniskjum virðing?

2. Virðing í ymsum londum

Hava vit í Føroyum somu virðing fyri Merkinum, sum Charlotte sigur, at tey hava fyri sínum flaggi í USA? Heldur tú, at vit áttu at havt tað?

3. Tjóðskaparkensla

Kenna vit okkum sterkari, um vit eru errin av okkara tjóðskapi, enn um vit ikki eru tað? Er tað lættari hjá okkum at leypa á onnur menniskju og aðrar tjóðir, um vit eru errin av okkara egnu tjóð? Um ja, merkir tað so, at vit áttu at verið so lítið errin sum gjørligt?

Hvat merkir føroyska flaggið fyri teg? Og hvat merkir tað at vera føroyingur? Hvørjar hugsjónir setir tú í samband við tað at vera føroyskur? Heldur tú, at hesar hugsjónirnar eru øðrvísi enn tær, sum tey brenna fyri í USA? Um ja, hvussu tá?

Leggja vit nakað í at liva upp til tær hugsjónirnar, sum føroyska flaggið stendir fyri?

4. Hvat er tað at vera errin av sínari tjóð?

Um vit eru errin av okkara landi, hvat eru vit so veruliga errin av?

Okkara forfedrum?

Hvussu vit skipa okkara samfelag?

Okkara náttúru?

Okkara mentan? Tónleiki, list og annað?

Okkara dugnaskapi?

Okkara ítróttarfólki?

Okkara ríkidømi?

Okkum sjálvum sum einstaklingar?

5. Erpni og eyðmýkt

Hvussu verður eitt menniskja errið? Er tað rætt, at vit sum einstaklingar verða errin av nøkrum, sum eitt heilt samfelag hevur gjørt? Áttu vit ikki heldur verið eyðmjúk?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017