• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Trífilturroyndin

Ein søga um Sokrates  

 

Henda søgan um Sokrates er kanska ikki sonn, men tað merkir tó ikki, at Sokrates ikki góðtikið boðskapin, ella at vit ikki kunnu læra nakað av henni. Tí hóast søgan ikki er sonn, so kann hon kanska siga okkum okkurt, sum er satt og gagnligt hóast alt. Lesið søguna um Sokrates niðanfyri. 

 

Sokrates var ein kendur vísmaður í Hellas. Ein dagin kom ein av hansara gomlu kenningum inn á gólvið. Hann varð tíðindafróður og segði: “Veitst tú, hvat eg júst havi frætt um vin tín?”

“Bíða mær eitt bil,” segði Sokrates. “Áðrenn tú sigur meira, haldi eg, at tað skal ígjøgnum trífilturroyndina.”

 “Trífilturroyndina?”

“Júst so,” segði Sokrates. “Áðrenn tú sigur mær, hvat tú hevur frætt, kann tað vera gott at síla tað óneyðuga frá, soleiðis at vit ikki spilla tíðina upp á møsn. Eg havi trý filtur at síla við. Tí kalli eg royndina trífilturroyndin. Fyrsta filtrið er sannleiki. Ert tú vísur í, at tað, sum tú ætlar at siga mær, er satt?”

 “Nei,” svaraði maðurin, “ein skyldmaður konuna hevur hoyrt tað frá grannanum, og...”

Sokrates kvetti hann av: “Tað vil altso siga, at tú ikki ert vísur í, um tað er satt. Latum okkum royna næsta filtrið. Tað kallast góðska. Ætlar tú at siga nakað gott um vin mín?”

Maðurin drálaði við at svara. Við veikari rødd segði hann at enda: “Nei, eg hevði heldur sagt tvørturímóti...”

“Nú so,” svaraði Sokrates, “so tú ætlar at siga nakað ringt um vin mín, hóast tú ikki veitst um tað er satt? Tað ljóðar ikki gott. Men kanska kanst tú framvegis klára royndina, tí eitt filtur er eftir. Tað kallast gagn. Er tað, tú ætlar tær at siga um vin mín, gagnligt fyri meg at vita?”

Maðurin hugdi niður í gólvið og svaraði tómliga: “Nei, tað haldi eg ikki...”

“Ná,” segði Sokrates, “um tað, sum tú ætlar tær at siga mær, hvørki er satt, gott ella gagnligt, hví skal tað so sigast?”

Og hetta var orsøkin, at Sokrates var ein høgt mettur og vísur heimspekingur.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

Hví heldur tú, at nógv fólk siga ymiskt ljótt um onnur menniskju, tá ið tey ikki eru til staðar? Er tað tí at:

 

 

  1. tey halda, at tað er stuttligt?
  2. teimum dámar væl at vísa á misgerðirnar hjá øðrum og halda, at hetta dylir yvir teirra egnu misgerðir?
  3. tey vilja verða betur umtókt? tey eru øvundsjúk?
  4. tey kenna seg tættari at hinum í felagsskapinum, tá ið tey baktala onnur?
  5. tey halda, at tey noyðast at slatra um onnur, tí onnur slatra altíð um tey?
  6. tey eru bloytur og tora ikki at siga tað, sum sigast skal, við rætta persónin?

 

Hevur tú nakað annað uppskot?

 

 

1. tey halda, at tað er stuttligt?

Hví halda vit tað ikki vera líka stuttligt at fortelja um alt tað góða, sum onnur menniskju gera? Heldur tú, at tað at baktala onnur er nakað, sum kann vera stuttligt í tí løtuni, men sum hóast alt ger lívið trupult? Ella er hetta nakað, sum vit noyðast at gera, tí lívið verður truplari, um vit ikki gera tað?

 

2. teimum dámar væl at vísa á misgerðirnar hjá øðrum og halda, at hetta dylir yvir teirra egnu misgerðir?

Hvat hendir við okkum, tá ið vit tosa ljótt um onnur menniskju? Verða vit betri menniskju av at fortelja øðrum, at onnur menniskju ikki eru so góð? Kenna vit okkum betur aftaná? Er tað møguligt at gerast betri menniskju og sjálv fáa eitt betri lív, um vit altíð eru upptikin av lívinum hjá øðrum menniskjum?

 

3. tey vilja verða betur umtókt?

Gerast vit betur umtókt, um vit siga ymiskt ljótt um tey, sum ikki eru so væl umtókt? Hví gerast vit tað? Og millum hvørji fólk? Gerast vit betur umtókt, um vit siga okkurt ljótt um onkran, sum øllum dámar?

Fáa vit fleiri vinir, um vit tosa ljótt um onnur? Fáa vit fleiri góðar vinir, um vit tosa ljótt um onnur?

Kunnu tey, sum ongantíð tosa ljótt um onnur, vera keðilig av fylgjast við? Kann tað vera keðiligt at fylgjast við menniskjum, sum tosa ljótt um onnur alla tíðina?

 

4. tey eru øvundsjúk?

Hví gerast vit øvundsjúk? Er tað tí, vit halda tað vera órættvíst, at onkur hevur okkurt, sum vit ikki hava? Um ja, lættir tað um hjá okkum, at vit gera teirra lív trupult við at baktala tey? Heldur tú, at tann, sum verður spiltur út, kennir seg rættvíst viðfarnan? Eru onnur ting, sum vit heldur kundu gjørt, um vit halda, at onkur hevur okkurt, sum tey ikki hava uppiborið?

Hví er tað ein trupulleiki fyri okkum, at onnur hava fín ting og góðar vinir, tá ið vit ikki sjálvi hava tað? Høvdu vit kent okkum betur, um eingin hevði nakað, sum vit ikki høvdu?

5. tey kenna seg tættari at hinum í felagsskapinum, tá ið tey baktala onnur?

Gerast vit betri vinir við vinir okkara, tá ið vit spilla onnur út? Kunnu vit líta á hvønn annan, um vit eru von at baktala? Hava vit tað stuttligari saman, um vit kunnu siga ljót ting um tey, sum ikki eru har? Hvat er meira umráðandi, at hava tað stuttligt saman ella at kunna líta á hvønn annan? Ella hava vit tað einans stuttligt, tá ið vit eisini kenna okkum trygg? Er nakað, sum vit kunnu gera, um vit líta á hvønn annan, men sum vit ikki kunnu gera, um vit ikki líta á hvønn annan?

Hvat heldur tú, onnur menniskju halda um ein bólk av vinum, sum tosar ljótt um onnur?

 

6. tey halda, at tey noyðast at slatra um onnur, tí onnur slatra altíð um tey?

Er tað rætt og satt, at tú bara tosar ljótt um onnur, um tey tosa ljótt um teg? Ella geva vit øðrum eina góða orsøk til at tosa ljótt um okkum sjálvi, tí vit tosa ljótt um onnur? Finnast aðrir og betri hættir at verja seg, enn at tosa ljótt aftur um onnur?

 

7. tey eru bloytur og tora ikki at siga tað, sum sigast skal, við rætta persónin?

Hví er tað torført at siga ting, sum okkum ikki dámar, beinleiðis til tann, sum vit tosa um?

2. Ert tú samdur við, at sannleiki, góðska og gagn eru tey mest umráðandi tingini at hugsa um, áðrenn vit siga okkurt víðari, ella eru onnur ting, sum tú hevði valt? Hevði tær til dømis dámað, um onnur fólk søgdu vøkur ting um teg, um tey ikki vóru sonn? Ella at tey søgdu ting, sum vóru sonn, men sum ikki vóru so vinalig? Ella um tey søgdu okkurt um teg, sum tey kundu læra okkurt av, og sum tí var gagnligt, men sum ikki var satt?

Um tær ikki dámar eitt ella fleiri av hesum dømunum, merkir tað so, at Sokrates fór skeivur? Ella merkir tað, at trífalda filturroyndin ikki er nóg strong? Ella merkir tað, at tað er ógjørligt hjá okkum ikki at siga okkurt um onnur, sum tey ikki vilja hava okkum at siga?

3. Kann tað onkuntíð vera torført at vita, um okkurt er satt, gott ella gagnligt? Noyðist vit at hugsa okkum fram til hetta við at brúka høvdið, ella kunnu vit eisini føla, um okkurt er satt, gott ella gagnligt?

4. Hvussu hevði verið at livað, um menniskju altíð brúktu filtrini hjá Sokrates?

 

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017