• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um títt og mítt

Ein søga um at verða freistaður og at býta við onnur.

Ofta kunnu vit verða so freistað, at vit gera okkurt, sum vit vita, at vit ikki eiga at gera. Øll hava roynt at verið freistað, og avleiðingarnar eru ikki altíð tær, sum vit høvdu ímyndað okkum. Í hesi stuttu søguni skulu vit hoyra um Silju, sum varð freistað, at eta av føðingardagskøkuni hjá systur síni.

Lagkakan

I

Har stóð hon. Lagkakan! Hvíti og bleyti rómin sá so leskiligur út. Oman á henni lógu frísk, reyð jarðber. Silja kendi angan av jarðberunum. Kanska hon kundi fáa sær ein evarska lítlan bita, uttan at nakar varnaðist tað? Um hon nú bara fekk sær eitt lítið sindur av róma á fingurin? Hon streyk fingurin eftir kantinum á kakuni og koyrdi hann í munnin, meðan hon skeitti at hurðini.

Eingin kom inn. Hon fekk sær eitt sindur afturat og tók eitt lítið petti av sjálvari køkuni hesa ferð. Hon fylti róma og kaku í munnin. Hon tugdi, so skjótt hon kundi, og svølgdi so. Í gongini var kvirt, men hon hoyrdi hini, sum vóru í stovuni. Bara ein bít afturat. Hesa ferð tók hon eisini eitt jarðber, stappaði tað í munnin saman við kaku og róma, tugdi og svølgdi.

Hon læt hurðina út í gongina aftur. Nú var eitt stórt hol í kakuni. Um hon tók eitt sindur meira av miðjuni, so kundi tað sæð út sum, at onkur hevði skorið sær eitt petti av kakuni. Tað gjørdi hon so, tók eitt sindur innan úr kakuni. Ein bita afturat, og ein afturat. Hon hevði vaml nú og ilt í búkinum eisini. Bara eitt sindur afturat. Nú hoyrdi hon mammuna fara út úr stovuni. Kom hon hendavegin? Nei, tíbetur, hon fór út.

Silja hugdi út gjøgnum vindeygað. Hon sá mammuna ganga framvið. Á nei, um hon vendi sær og hugdi inn? Silja stillaði seg inn ímóti vegginum. Hon hugdi yvir á kakuna. Hon hevði etið næstan helvtina. Hvat skuldi hon siga við hini? Í køkinum hoyrdi hon Felix skava. Ja, hon kundi siga, at tað var Felix, sum hevði verið í kjallaranum og etið kakuna. Hon læt hurðina standa á glopp, tá ið hon fór. Hon hevði vaml og kendi seg sjúka. Troytt legði hon seg niður á songina. Hon fór ongantíð at eta lagkaku aftur!

 

II

Anna Katrina var so glað, at hjartað var um at bresta. Løtu síðani hevði hon verið so kedd, tí Felix hevði etið av hennara føðingardagskøku. Men nú, tá ið restin av vøkru kakuni stóð á borðinum við tendraðum ljósum, var hon glað aftur. Hon hugdi at øllum, sum vóru í stovuni. Mamman, pápin og Silja. Og allir vinirnir, Kári, Helena, Suffía, Bjørk og Mikkjal. Øll vóru tey spent at fáa kaku. Tey bíðaðu øll eftir henni, bíðaðu eftir, at hon skuldi blása ljósini, so tey kundu fáa kaku. So fóru tey at hugna sær við leskiligum róma og góðari kaku. Eingin dugdi at gera kaku eins væl og pápin.

Sum hon var góð var við pápan í dag. Hon kláraði næstan at blása øll ljósini í senn. Aftaná skar hon kakuna, soleiðis at øll fingu eins stór petti. Hon hugdi at sínum tallerki, og mungaði eftir at eta kakustykkið.

Nú kom Markus eisini. Hon helt ikki, at hann fór at koma, tí hann hevði ikki verið í skúla í dag. Hann var glaður og smíltist um alt fimmoyrað. Tað kendist gott at klemma hann og  hoyra hann ynskja henni til lukku. Men nú var eingin kaka eftir til hann. ”Hann skal fáa eitt petti av mínum køkustykki,” segði Anna Katrin og gav honum burtur av.

Nú var hennara egna køkustykki ikki so stórt longur, men tað sá enn leskiligt út. Varisliga koyrdi hon skeiðina gjøgnum róman, legði hann á tunguna og læt munnin spakuliga aftur. Hon læt eyguni aftur. Á, sum tað smakkaði væl.

Uppskot til hugvekjandi samrøður

1. Hví eru lagkøkur so freistandi? Er tað útsjóndin, lukturin, smakkurin, tí hon er so søt og góð – ella tí hon er alt í senn? Er alt, sum smakkar søtt, freistandi? Hevði tú verið freistað/ur at drukkið runuvatn, um tú hevði stoytt eina rúgvu av sukri í fyrst? Um ikki, hví ikki?

2. Silja visti, at hon gjørdi nakað skeivt, tá ið hon koyrdi fingurin í kakuna. Tað var jú føðingardagskakan hjá systrini, men hon gjørdi tað hóast alt. Er tað freistandi at gera tað, sum vit vita, at vit ikki sleppa?

Hví gera vit tað, sum vit ikki sleppa at gera?

-          Fyri at vísa fyri okkum sjálvum ella onkrum øðrum, at vit eru hørð og djørv?

-          Fyri at vísa fyri okkum sjálvum ella onkrum øðrum, at eingin ræður yvir okkum?

-          Fyri at gera okkurt, sum eingin annar hevur gjørt, og so reypa um tað aftaná?

-          Um einki var ólógligt, hevði tá eingin verðið noyddur at reypað sær?

3. Silja var eitt sindur bangin, meðan hon át lagkøkuna. Hon hevði eisini ringa samvitsku. Hon fekk vaml og kendi seg sjúka, men var tað bara rómin, sum gjørdi tað?

Nær fáa vit ringa samvitsku? Er tað gott, at vit fáa ringa samvitsku, ella hevði tað verið best, um vit ongantíð høvdu hesa kensluna? Høvdu menniskju verið ónd alla tíðina, um tey ikki høvdu ringa samvitsku um tað, sum tey gjørdu?

4. Silja gav Felix, hundinum, skuldina. So slapp hon undan at verða skeldað. Var tað ljótt av henni? Heldur tú, at Felix varð keddur? Um ikki, var tað so í lagi, at Silja gav honum skuldina?

Hvat er ringast: at viðganga, at tú hevur gjørt okkurt galið, og síðan verða skeldaður, ella at skylda upp á ein annan persón, og síðan sita eftir við ringari samvitsku? Hvat hevði tú gjørt, um tú vart Silja?

5. Anna Katrina var glað, hóast helvtin at kakuni var burtur, og hóast hon sjálv gav Markusi helvtina av sínum egna stykki. Hvør heldur tú var glaðast, Anna Katrina, sum fekk lítið av kaku, ella Silja, sum fekk eina hálva lagkøku? Hvør kakubiti heldur tú smakkaði best, fyrsti bitin hjá Annu Katrinu við borðið ella fyrsti bitin hjá Silju í kjallaranum?

Hvat heldur tú, Anna Katrina hevði hugsað, um hon visti, at tað var Silja og ikki Felix, sum hevði etið kakuna? Hvat um tað var pápin, sum hevði verið í kjallaranum og etið kakuna, hvat hevði Anna Katrina tá hugsað?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017