• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um títt og mítt

Hesin teksturin hóskar væl at siga fyri næmingunum. Fortel við egnum orðum, og nýt søguna sum dømi, meðan tosað verður um evnið.

Hugskot: Søgan kann gerast til leik. Næmingarnir kunnu leggja afturat og finna upp á, hvat hendi, eftir at maðurin kom aftur til ta vísu konuna. Segði hon kanska nei? Fekk hann okkurt annað? Lærdi hon hann okkurt?

Eingin veit við vissu, nær søgan er skrivað, ella hvaðan hon stavar.  

Steinurin hjá tí vísu konuni

Einaferð var tað ein vís kona, sum búði fyri seg sjálva langt uppi í fjøllunum. Ein dagin, tá hon ferðaðist millum fjøll, kom hon fram at eini á. Hon skuldi til at fáa sær ein vatnsopa, tá hon sá ein vakran og virðismiklan stein í ánni. Hon tók steinin og fór víðari á ferð síni.

Dagin eftir hitti hon ein fjakkara, sum var illa fyri. Kaldur og svangur var hann, og hin vísa konan læt upp ferðatasku sína og gav honum burtur av sínum matpakka.

Hin svangi fjakkarin sá tann virðismikla steinin í taskuni og spurdi, um hann kundi sleppa at eiga steinin. Uttan at himprast gav hon honum steinin og ein breyðbita afturat.

Fjakkarin varð ovurfegin, tá hann fór leið sína. Hann visti, at hesin steinurin fór at geva hon nóg mikið av peningi at liva væl restina av ævi síni. Men nakrar dagar seinni kom hann aftur til konuna at geva henni steinin aftur.

”Eg havi hugsað,” segði hann. ”Eg veit, hvussu virðismikil hesin steinurin er, men eg gevi tær hann aftur í vón um, at tú kanst geva mær nakað enn meira virðismikið. Gev mær tað, sum er í tær, sum gjørdi, at tú kláraði at geva mær hendan steinin.”

Uppskot til hugvekjandi samrøður

 

1. Hvat var tað, sum fjakkarin vildi fáa frá tí vísu konuni? Gjørdi tað nakran mun, at hon gav honum steinin uttan at ivast? Hvat man konan hava hugsað, tá hon gav honum steinin? Hvat hugsa vit, tá vit geva øðrum gávur?

2. Um konan ikki hevði vitað, hvussu virðismikil steinurin var, hevði tað tá verið eins heiðurligt av henni at givið fjakkaranum steinin? Var tað ikki eitt sindur sjálvsøkið av fjakkaranum at biðja konuna geva honum steinin? Átti hann ikki at hugsað, at konan hevði uppiborið at eiga steinin sjálv?

3. Fjakkarin gav konuni steinin aftur, tí hann helt, at hon kundi geva honum nakað enn meira virðismikið. Hava tit nakrantíð fingið okkurt betri í býti fyri eina gávu?

4. Hví mátti fjakkarin geva konuni steinin aftur fyri at kunna fáa tað, sum vísa konan átti í sær? Kundi hann ikki havt varðveitt steinin og roynt at lært seg hetta sjálvur? Er fjakkarin eins vísur og konan, av tí at hann ber henni steinin aftur?

5. Fjakkarin vildi hava, at hin vísa konan gav honum tað, sum hon átti innan í sær. Men hvussu kunnu vit geva nakað frá okkum, sum er í okkum – missir konan tað so? Hvussu kann mann vita, hvat er í einum øðrum menniskja?

6. Halda tit, at vit kunnu læra nakað av fjakkaranum? Hvat?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017