• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Holocaust

Á hesi temasíðu er evnið holocaust. Á síðuni eru almennir upplýsingar, undirvísingarupplegg og slóðir til tilfar í Námi at brúka í skúlanum.

Tað var undir seinna heimsbardaga, at umleið 6 milliónir jødar umframt fólk frá øðrum minnilutabólkum, so sum samkynd, vórðu dripin. Hetta verður kallað holocaust.

27. januar minnast vit holocaust. Henda dag í 1945 fríaði Reyði herurin hjá Sovjettsamveldinum jødarnar og onnur kúgað fólk úr týningarleguni Auschwitz. 

 
 

Holocaust og heavy rock

Hetta undirvísingarupplegg vendir sær til næmingar og lærarar í hádeild. Vit lýsa norrøn symbol og estetikk í heavy rokktónleiki og filmi, eini øl-etikett og greina, hvussu holocast verður lýst í einum úrvaldum video.

Tið:

4 tímar (2 dupulttímar)

Tilfar:

Rokkvideo. Sabaton: The Final Solution (2010)
Rokkvideo. Týr: The Lay of Our Love (2014)
Tilfar á netinum, sum víst verður til niðanfyri.

1.-2. tími:

Í hesi undirvísingargongd er endamálið at hyggja eftir, hvørji merki vit brúka, beinleiðis ella óbeinleiðs, fyri at hoyra til í einum felagsskapi. Tá felagsskapurin er greiður og merktur, so øll síggja hann, kunnu vit brúka hann á ymsan hátt. Inneftir kunnu vit kenna okkum heima í einum góðum og natúrligum tulkingarfelagsskapi, úteftir kunnu vit í ringasta føri eyðmerkja tey, sum vit einki vilja hava við at gera, tí vit halda ikki, at tey hava rætt at liva. Í leitanini eftir merkjum, sum geva okkum ein serligan samleika, steðga vit fyrst við eina øl-etikett frá Orknoyggjum. Hvussu eitur ølin? Hvør er stílurin á etikettini? Er hetta skemt ella tilætlað hetjudyrkan? Hvør er søgan, sum fylgir við, um tú drekkur júst hesa øl? Kunnu vit forførast til at hugsa okkum, at vit verða stór og sterk, um vit luttaka í onkrum serligum, sum bara er fyri úrvald? Hvat merkir tað, at vit eru millum tey úrvaldu? Hvørji eru so hini, sum ikki eru úrvald? 

Føroyski rokkbólkurin Týr spælir harmoniskan rokktónleik við støði í kvæðum og sagnum um hetjur. Í hesum føri hyggja vit í felag eftir filminum The Lay of Our Love (2014). Hvør er tónleika- og myndastílurin? Hvat er evnið? Hvussu er býtið millum menn og kvinnur? Hvør er sterkastur í søguni? Hvør er vakrastur í søguni? Takið saman um leiklutirnar, og skrivið eitt ummæli av sanginum og stílinum, so sum hann sæst á filminum. 

3.-4. tími:

Tosið stutt saman í flokkinum um seinna heimsbardaga. Hvørjir vóru partarnir í krígnum, hvussu leingi vardi kríggið? Vóru Føroyar á nakran hátt við í krígnum?

Takið síðan støðu til, hvørja menniskjafatan nasistar høvdu av jødum undir krígnum.

Vit hyggja eftir stutta treylaranum til amerikanska filmin American History X  (Tony Kaye, USA 1998, 2 min). Hvar eru vit í tíð og landafrøði? Hvør er kjarnin í søguni? Hvat er sjónligasta eyðkennið fyri høvuðspersónarnar? Hvussu síggjast teirra eyðkenni? Hví brúka samfelagsligir bólkar serlig eyðkenni?

Eftir kanningararbeiðið skifta vit orð í felag í flokkinum um, hvussu nasistar undir krígnum mundu meta norðbúgvar. Roynið at kanna í bókum og hjá listakønum, um tit finna jaligar ella neiligar tilsipingar til norðurlendskar gudar og symbol, sum til dømis Valhøll. Eru symbol eintýðug, ella kunnu tey misbrúkast, at ímynda nakað, ið ikki var ætlanin? Kannið ætlanina Lebensborn, sum Himmler setti í verk í 1935, og knýtið, sum var til Noregs.

At enda hyggja vit eftir The Final Solution (2010), sum er rokkvideo hjá svenska heavy rokkbólkinum Sabaton. Filmurin varir 5 minuttir, hevur enskan undirtekst og er um holocaust.

Kannað eftir, hví sangurin eitir The Final Solution. Hvat merkir heitið? Stendur tað mát við tað, sum vit fáa innlit í? Hevur heitið nakran týdning fyri søguna um holocaust?

Tann útsøgn, sum er í hesum video, sampakkar hon við tað fatan, ið tú hevur av tónleikarum, sum spæla ymisk sløg av heavy rokk og teimum, sum burturav lurta eftir sama tónleiki? Er hetta rokkvideo upplýsing, heldur enn snaring av veruleikanum?

Hvørjum kenslum situr tú eftir við, tá sangurin hjá Sabaton The Final Solution er liðugur? Skriva eitt stutt ummæli, har tú tekur støðu til, um hetta er ein effektivur máti at siga okkum frá um holocaust.

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017