• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina. 

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.

Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.

Kvinnur sum sexsymbol og menn sum staffasja?

Á YouTube síggja vit tónleikavideo og filmstreylarar, hvørja ferð nýggjur tónleikur, ella filmar eru á marknaðinum. 

Greitt er, at teir gomlu leiklutir, ið vit kenna úr biograffilmum, sjónvarpsrøðum, tónleikavideo og reklamum, eru í eini broytingartíð. Í dag er einki antin-ella. Eingin, hvørki maður ella kona, er einsamøll hetja ella bandittur. Gongdin er, at bæði kynini síggjast aftur í øllum leiklutum, bæði góðum og illum.

Í eini grein í Vice verða nýggju leiklutirnir viðgjørdir. Greinin, sum er á enskum, hevur heitið "The Welcome Rise of Female Characters Who Have the Freedom to Be Gloriously Messed Up". Hvussu kundi tað verið umsett? 

Niðanfyri fara vit at hyggja eftir kynsleiklutunum í tveimum kvinnuheimum: "Bitch Better Have My Money", sum er tónleikavideo hjá Rhiannu frá 2015, og treylarin til sjónvarpsrøðina ”Orange is the new Black”, sum sæst á Netflix og byrjaði í 2013 og gongur enn.

     

Uppgávur: 

  • Hvussu eru leiklutirnir býttir millum mannfólk og konufólk í filminum? Hvørji síggja vit flest av?
  • Rhianna vísir okkum eitt kuffert, sum er ein stórur kassi. Hvat er í kuffertinum?
  • Síggja vit Rhiannu sjálva?
  • Hvussu endar hennara tónleikafilmur?
  • Kundu kvinnurnar í tónleikafilminum hjá Rhiannu verið skiftar út við menn?
  • Gev filminum støðumet við grundgeving.
  • Kanna lívssøguna hjá Rhiannu og finn fram til, um hon hevur nakra beinleiðis orsøk at gera ein film, har vápn, harðskapur og hevnd eru partar av persónligu søguni. Hvat heldur tú um harðskap á filmi, video og telduspølum? Kann hann ávirka okkara fatan av kynsleiklutum í veruliga lívinum?
  • Hvat er umhvørvið í sjónvarpsrøðini ”Orange is the new Black”?
  • Samanber hetta umhvørvið og tær kvinnur, sum vit sóu í tónleikafilminum hjá Rhiannu. Set orð á bæði umhvørvini, so sum vit síggja tey, og ger eina meting av, hvar vit í báðum førum eru í samfelagsstiganum, uppi ella niðri.
  • Hvat merkir 'Explicit'? Er mark fyri, hvussu grov og harðrend vit kunnu verða á filmi og í tónleiki yvirhøvur?
  • Kunnu grovt mál og harðrendar, niðrandi gerðir á filmi ávirka okkum í veruliga lívinum, so vit fáa eina skeiklaða fatan av kynsleiklutum?

Undirvísingarupplegg

Suffragette og Pankhurst
Menn sum hata kvinnur
Kvinnuleiklutur í filmi og video
Kvinnur í politikki
Kvinnur í tónleikaheiminum
Kvinnur í ítrotti
Kvinnuligir rithøvundar
Hvat sigur lógin?

Tíðarlinja um javnrættindi

Okkum kann tað tykjast sjálvsagt, at øll menniskju skulu hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum - sama ger kyn, tjóðaruppruna, útsjónd, brek, kynsliga áskoðan, átrúnað ella politiska fatan. Men í mongum londum er tað ikki sjálvsagt, og fyri ikki so langt síðan var tað heldur ikki sjálvsagt í Føroyum. Her eru nøkur áhugaverd árstøl um javnrættindi millum kynini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017