• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina. 

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.

Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.

Tak handan mannin!

Í einum ljóðbroti frá einum hondbóltsdysti í Klaksvík 13. mars í 2012, rópar ein maður: “Tak handan mannin!” Persónurin, sum sipað verður til er kvinna.

Uppgávur:

  • Lurta eftir ljóðbrotinum og les tíðindini í Kringvarpinum um hendingina. Hvat er hent og hvør er gongdin í málinum?
  • Er tað rætt og rímiligt, at fólk kunnu rópa hvat tey vilja, bara tí tey kappast? Er nakað mark?
  • Hvør skal so gera av, hvar markið í hesum føri er?

 

 

Ljótasti maður er ein - kvinna!

Ein av kendastu hvítu sangarinnum at syngja blues, er Janis Joplin. Í nýggja filminum Little Girl Blue kemur fram, at meðan Janis gekk í skúla í heimbýnum í Texas, vann hon eina kapping, sum lestarfelagarnir skipaðu fyri. Vinningurin var: “The ugliest man on campus”.

Uppgávur:

  • Hvat merkir atkvøðugreiðslan og hvat sigur hon um skúlan?
  • Hvat kalla vit í dag tílík átøk? 
  • Leitið á netinum og finnið konsertupptøkur við Janis Joplin. 
  • Hvussu varð hennara lagna?

Undirvísingarupplegg

Suffragette og Pankhurst
Menn sum hata kvinnur
Kvinnuleiklutur í filmi og video
Kvinnur í politikki
Kvinnur í tónleikaheiminum
Kvinnur í ítrotti
Kvinnuligir rithøvundar
Hvat sigur lógin?
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017