• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina. 

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.

Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.

Ársins lýsing er um kvinnur í politikki

Felagið Føroysk Marknaðarfólk hevur valt sjey lýsingar at kappast um heiðurin sum ársins prentlýsing í 2015. Demokratia vann atkvøðugreiðsluna, har 1400 fólk tóku lut. Lýsingin sæst við at trýsta á søguligu myndina omanfyri, har bretski lord Kitchener vil hava hermenn við í fyrsta Verðaldarbardaga.

Kvinnur í politikki

Myndin omanfyri er av Føroya landsstýri, sum tók við í 2015. 

  • Hvussu er kynsbýtið í hesum landstýri?
  • Hvørjir eru politisku flokkarnir, sum mynda landsstýrið og hvussu er býtið av málsøkjum millum landstýrisfólkini?
  • Hevur nakar løgmaður verið kvinna?
  • Far á kortal.fo og finn gøturnar í Hoyvík, sum eru kallaðar upp eftir løgmonnum. Hvørjir løgmenn eru uppkallaðir?

 

Tá kommunuval og løgtingsval nærkast, hava politisku flokkarnir uppstillingarfundir runt um í landinum. Á hesum fundum verður gjørt av, hvør sleppur at stilla upp.

  • Kanna í tínum øki, hvussu uppstillinagarfundir verða hildnir.
  • Kunnu øll sleppa við á fund og á uppstillingarlistan?
  • Hvørjar eru treytirnar?

     

Á temasíðuni á Snar um løgtingsvalið í 2015 síggjast allir teir politisku flokkarnir.

  • Hvussu var kynsbýtið í ymsu flokkunum til løgtingsvalið í 2015?

 

Á heimsíðuni hjá løgtinginum ber eisini til at finna vit gamlar myndir, sum vísa løgtingsmenn gjørgnum tíðirnar.

  • Finn fyrstu konu, sum kom á ting.
  • Hvør var hon og hvat var árið?
  • Tak støðu til, um myndin av henni er góð og professionell og virðiliga goymd fyri eftirtíðina.

 

 

Undirvísingarupplegg

Suffragette og Pankhurst
Menn sum hata kvinnur
Kvinnuleiklutur í filmi og video
Kvinnur í politikki
Kvinnur í tónleikaheiminum
Kvinnur í ítrotti
Kvinnuligir rithøvundar
Hvat sigur lógin?

Tíðarlinja um javnrættindi

Okkum kann tað tykjast sjálvsagt, at øll menniskju skulu hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum - sama ger kyn, tjóðaruppruna, útsjónd, brek, kynsliga áskoðan, átrúnað ella politiska fatan. Men í mongum londum er tað ikki sjálvsagt, og fyri ikki so langt síðan var tað heldur ikki sjálvsagt í Føroyum. Her eru nøkur áhugaverd árstøl um javnrættindi millum kynini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017