• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina. 

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.

Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.

Menn, sum hata kvinnur

Svenski rithøvundurin Stieg Larsson skrivaði í 2003 krimisøguna Menn, sum hata kvinnur. Bókin er ein av trimum, sum allar eru metsølubøkur og eru gjørdar til film. Heitið á bókini er eyðkenni fyri eina røða av vælumtóktum krimisøgum og krimifilmum, fyrst og fremst í Svøríki, men eisini altjóða. Kjarnin í søguni er, at ein einsamallur maður hevur rænt eina kvinnu, ið hann hevur sum fanga í kjallaranum. Maðurin kann arbeiða einsamallur, ella vera partur av einum brotsmannaliði. Dømi um hetta seinna er svenski ungdómsfilmurin Lilja 4-ever (2002), sum snýr seg um trafficing, tað er at lokka ungar baltiskar gentur til Svøríkis at arbeiða. Tá tær koma fram, gongur upp fyri gentunum, at tær eru komnar í brotsmannahendur og skulu forvinna pening sum skøkjur. Partur av krimisøgunum hjá Stieg Larsson er eisini, at menn í almannaverkinum misbrúka sín myndugleika at neyðtaka og kúga kvinnur, sum teir hava ábyrgd av at hjálpa. Høvuðspersónur í hesum søgunum er Lisbeth Salander.

Tá Lisbeth Salander er vaksin, finnur hon misgerðarmenninar og hevnir seg. Nakað av somu søgugongd er í filminum The Silence of the Lambs (1991), har ein ung løgreglukvinna roynir at skilja ein gamlan drápsmann. Í nýggjara filminum Gone Girl (2014) er javnt býtt millum kynini. Bæði maðurin og kninnan eru líka ring at fremja brotsverk. Ein av kendastu amerikansku filmum beint nú er The Room (1015). Hann er um ein mann, sum hevur sonin og gentu hansara sum fanga í einum skúri.

Uppgávur:

  • Hvussu ber tað til, at hesin søgutráður er so vælumtóktur í bókum og á filmi?
  • Tosið við ein biografeigara og ein filmsummælara. Uppgávan er í báðum førum at finna ein mannfólkafilm og ein kvinnufilm. Hvat er eyðkennið fyri hvønn av filmunum? Tak báðar samrøðurnar upp á film við iPhone og vísið flokkinum úrslitið.
  • Kannið á internetinum rættarmálið móti Josef Fritzl. Skipið fyri stuttari framløgu fyri flokkinum um gongdina í málinum.
  • Kannið á internetinum søguna hjá kvinnuni Natascha Kampush. Skipið fyri stuttari framløgu fyri flokkinum um gongdina í málium.

 

 

Undirvísingarupplegg

Suffragette og Pankhurst
Menn sum hata kvinnur
Kvinnuleiklutur í filmi og video
Kvinnur í politikki
Kvinnur í tónleikaheiminum
Kvinnur í ítrotti
Kvinnuligir rithøvundar
Hvat sigur lógin?

Tíðarlinja um javnrættindi

Okkum kann tað tykjast sjálvsagt, at øll menniskju skulu hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum - sama ger kyn, tjóðaruppruna, útsjónd, brek, kynsliga áskoðan, átrúnað ella politiska fatan. Men í mongum londum er tað ikki sjálvsagt, og fyri ikki so langt síðan var tað heldur ikki sjálvsagt í Føroyum. Her eru nøkur áhugaverd árstøl um javnrættindi millum kynini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017