• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Temasíðan um javnrættindi vendir sær til hádeild, har ikki annað er viðmerkt. Endamálið við temasíðuni er at taka ymsar samfelagsspurningar, ið snúgva seg um kyn og javnstøðu, við í undirvísingina. 

Javnstøða millum kyn er ein av fleiri mátum at viðgera samfelagið, men er ikki ein lærugrein í sjálvum sær. Tí ber ikki til at fáast við hetta evnið, uttan at seta tað í ein breiðari fakligan samanhang, so sum søgu, samfelag, mentan, miðlar og hugtakið makt.

Á temasíðuni um javnrættindi eru hugskot til undirvísing og slóðir til ymiskt tilfar, ið kann fáa læraran og flokkin at viðgera javnstøðuspurningar, og framhaldandi at hugsa hesar spurningar, ið eru alt annað enn sjálvsagdir, inn í undirvísingina.

Suffragette og Pankhurst

Søguliga bretska orðið suffragette merkir javnrættindastríðskona. Í orðabókini verður sagt, at talan er um undangongukonu í stríðnum hjá konufólki fyri valrætti og politiskum javnrættindum. Serliga er talan um ensku slóðbrótararnar beint eftir aldaskiftið 1900. Í 2015 kom ein filmur við hesum heiti, Suffragette, har høvuðsleikarin er Carey Mulligan. Hon spælir unga mamman, Maud Watts, sum arbeiðir á verksmiðju og stríðist fyri, at kvinnur skulu sleppa at atkvøða. Hon møtir Emmeline Pankhurst (Meryl Streep) og kemur upp í Suffragette-rørsluna. Filmurin byggir á veruligar hendingar. Á hesi myndini sæst dóttir Emmeline, Christabel Pankhurst, høgrumegin, haldandi einum skelti við áskriftini ”Votes For Women”.

Niðanfyri er treylarin til filmin Suffragette:

 

     

 

At tosa um í flokkinum:

  • Nær livdu Emmeline og Christabel Pankhurst?
  • Far á Wikipedia og kanna lívssøguna hjá Emmeline.
  • Hygg í navnalistan hjá BBC yvir 100 kendastu bretar og vita um Emmeline er á listanum.
  • Kanna lívssøguna hjá Christabel. Hendir nøkur broyting í hennara lívi? Hvar doyði hon?
  • Kanna lívssøguna hjá systrini, Sylvia, og finn, hvørji lívsmál hon setti sær. Hvar doyði hon?

 

 

Emmeline Pankhurst

Í hesum enska teknifilmi, sum varir 6 minuttir, læra vit um bretsku Emmeline Pankhurst. Sum í eini teknirøð síggja og hoyra vit um stríð hennara at vinna kvinnum rætt at velja.

Kjakist í flokkinum um hvør miðil er hin besti at læra um kynsleiklutir og javnstøðu millum kynini. Hvør er munurin á eini teknirøð og eini skúlabók? Eru aðrir miðlar, sum egna seg betur at læra um hesi viðurskifti? Grundgev. 

Undirvísingarupplegg

Suffragette og Pankhurst
Menn sum hata kvinnur
Kvinnuleiklutur í filmi og video
Kvinnur í politikki
Kvinnur í tónleikaheiminum
Kvinnur í ítrotti
Kvinnuligir rithøvundar
Hvat sigur lógin?

Tíðarlinja um javnrættindi

Okkum kann tað tykjast sjálvsagt, at øll menniskju skulu hava somu rættindi og skyldur í samfelagnum - sama ger kyn, tjóðaruppruna, útsjónd, brek, kynsliga áskoðan, átrúnað ella politiska fatan. Men í mongum londum er tað ikki sjálvsagt, og fyri ikki so langt síðan var tað heldur ikki sjálvsagt í Føroyum. Her eru nøkur áhugaverd árstøl um javnrættindi millum kynini.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017