• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Alt valdið til fólkið

 

Føroyar hava fólkaræði sum stjórnarskipan. Vit hava fræls val, har fólkið velur fólk at stýra landinum.

Vit skilja ímillum beinleiðis og umboðandi fólkaræði. Í bólkum/felagsskapum, har fá fólk eru, ber til at hava beinleiðis fólkaræði. Har kunnu øll, sum vilja, møta upp og siga sína meining og vera við at taka avgerðirnar. Gamla Athen hevði beinleiðis fólkaræði.

Nú á døgum hava nógv lond í heiminum umboðandi fólkaræði. Tað merkir, at fólk velja eitt umboð, sum umboðar tey sjónarmið og teir  tankar, sum tú sjálvur hevur. 

Abraham Lincoln, sum var amerikanskur forseti frá 1861-1865, segði soleiðis um fólkaræði: ”Fólkaræði frá fólkinum, við fólkinum og fyri fólkið.”

Abraham Lincoln
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017