Skip to main content

Nasistarnir – fíggindar fólkaræðisins

 

 

science websiteshomework help business plan writers in west palm beach write my tok essay for me easy essay makerUndir 2. heimsbardag tvíhildu Hitler og nasistarnir um, at tað hevði stóran týdning, at staturin var sterkur. Í eini fólkaræðisligari skipan sleppa øll at siga, hvat tey halda, og fólkið atkvøður fyri tí politiska flokkinum ella tí politikaranum, sum umboðar teirra sjónarmið. Tað dámdi ikki nasistunum serliga væl. Teir hildu, at fólkaræði gjørdi samfelagið veikt, tí tú fekst ongantíð fólk at vera samd um, hvussu farast skuldi fram. Tískil avtóku teir fólkaræðið, tá ið teir komu til valdið í Týsklandi í 1933. Ein statur við einari sterkari leiðslu var vegurin fram, hildu teir.

Fyri Hitler og nasistarnar hevði tað stóran týdning, hvørjum fólkaslagi tú vart av. Teir hildu, at týska fólkið og fólkaslagið, sum teir hoyrdu til – ariska rasan – var betri enn onnur fólkasløg. Ariska rasan umboðaði styrki, dirvi og gløggskygni. Harafturímóti hildu teir, at jødarnir vóru veikir, undanstøkkingar og valdssjúkir.

Undir 2. heimsbardaga framdu nasistarnir størsta fólkamorðið í søguni. Teir bygdu týningarlegur og tóku lívið av 6 mió. jødum, bara tí at teir vóru jødar og tískil, sambært teimum, hoyrdu til eina lægri rasu.

Nú á døgum eru eisini fólk, sum dáma tankarnar hjá Hitleri og nasismuni. Hesi fólk halda, at summi hava betri eginleikar enn onnur – t.e., at summi fólk eru betri enn onnur. Tískil eru tey, eins og nasistarnir í Týsklandi í 1930 og 1940 árunum, fíggindar fólkaræðisins, tí í einum fólkaræði hava øll fólk eins virði.

Myndin av Adolf Hitler er úr Kristni 6 (2013). Hannis Egholm teknaði.