• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Kommunval í miðlunum

Kringvarpið hevur gjørt eina temasíðu, sum burturav er um kommunvalið í 2016. Hyggið eftir síðuni og rullið niður eftir henni at vita, um nakað tilfar er eldri enn tað kommunval, sum er nú.

Uppgávur:

1 Hví ger Kringvarp Føroya eina temasíðu um kommunuval?

2 Kringvarp Føroya er ein almenn tænasta, sum Mentamálaráðið varar av. Tí gera partarnir eina avtalu, sum rópast public service. Tak støðu til, hvønn týdning hesin sáttmáli hevur fyri programmvirksemið í Kringvarpinum, tá kommunuval er.

3 Hvat gera aðrir miðlar, tá kommunval er? Hvussu síggja vit í øðrum miðlum enn Kringvarpinum, at ávísr tekstir eru innsent tilfar frá valevnum, sum stilla upp til Kommunuvalið og vilja verða vald?

4 Er munur á, um goldið er fyri ein innsendan tekst frá einum politikara, ella um tað ikki er goldið fyri sama tekst? Grundgev og finn dømi.

5 Ber til at gjalda nógvar pengar og sleppa á forsíðuna í bløðunum, í tíðindini í Útvarpinum og í Dag og Viku í Sjónvarpinum?

6 Fara vit út á gøturnar, so síggja vit nógvar stórar lýsingar av einstøkum valevnum, sum stilla upp. Hava øll valevni ráð at gera so stórar lýsingar bara av sær sjálvum?

7 At stilla upp til kommuval merkir at valevnini skulu samstarva til frama fyri borgararnar í kommununi. Takið støðu til eitt hugsað uppskot, har kravt varð, at bara flokkar og listar, og ikki einstaklingar, kunnu síggjast á eini valplakat.

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017