• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Valplakatir

Eingin mynd 

Tá kommunval, løgtingsval ella fólkatingsval nærkast, síggjast altíð plakatir og uppsløg, sum gera vart við valevni, sum eru í politiskum flokkum ella á einum borgaralista. Hyggja vit eftir plakatum og uppsløgum, so eru hesir miðlar nógv broyttir gjøgnum árini.

Á myndini til høgru er 20 ára gamla skúlabókin Tú og samfelagið hildin upp fyri veggin á fundarhølunum hjá Tórshavnar kommunu. Sum sæst í bókini var reyði veggurin fyltur við valplakatum fyri 20 árum síðani. Í dag er eingin plakat á sama stað.

Stór einstaklingmynd

Við Norðara Ringveg í Havn sæst henda valplakatin av fremsta valevni hjá Javnaðarflokkinum í høvuðsstaðnum. Helst er valplakatin hin størsta í landinum. Umframt andlitsmyndina er árstalið 2020 sjónligast. Tað er skrivað við reyðum eins og slipsið og tvey búmerki hjá flokkinum, sum stillað verður upp fyri.

Stór felagsmynd

Her eru øll fólkini, sum stilla upp fyri Javnaðarflokkin í Tórshavnar kommunu, avmyndaði á nýggju trappuni í miðbýnum. Mitt fyri stendur verandi borgarstjóri í klædningi og reyðum slipsi. Onnur eru klødd í grønum og gulum jakka, meðan onkur er í berari skjúrtu.

Valplakatir í Klaksvík 2016 


Uppgávur

1 Hvør sjónlig broyting er hend viðvíkjandi valplakatum í 20 ár, so sum hesi dømi úr Havn benda á?

2 Hvar er stóra einstaklingamyndin í Havn sett? Hví er myndin sett har? Spyrji tykkum fyri við Snarskivuna hjá Kommununi ella á Kunningarstovuni í Havn, hvør eigur gula bygningin á myndini, hvør eigur veggin, og hvør hevur prentað plakatina. Ofta verður sagt, at bara valevnið sjálvt fær nakað burturúr einum valdysti. - Kann hugsast at ein lýsingastova ella fleiri fáa nógv at gera, tá val er? Spyrji tykkum fyri og geri samrøðu meðan fartelefonin tekur upp á film. Í flokkinum vísa tit samrøðuna. Uppgávan er at finna fram til, hvat ein valplakat sum henda kostar at gera og at hanga upp. Siga vit, at hundrað plakatir av sama slag eru úti um alt landið, hvat forvinnur lýsingafyritøkan so?

3 Kannið eftir, hvat flokkar ella listar, sum stilla upp til kommunuvalið, halda um einstaklingin ella heildina. Spyrji flokkarnar ella listarnar, um tey heldur vilja verða avmyndað í felag á einari mynd, ella um tey frítt vilja hava einstaka valevnið at reka valdystin fyri seg sjálva ella sjálvan. Tosið saman í flokkinum um munin at vera einsamallur á plakatum til kommuval, ella at vera saman við hinum í flokkinum ella á listanum. - Kann ein tílík mynd gera mun, hvussu vit fata valevnið? Man nakað verða gjørt við felagsmyndina omanfyri, ella munnu øll hava staðið úti samstundis og latið seg avmynda?

4 Hyggið eftir valmyndunum úr Klaksvík, sum eru niðanfyri. Finnið eitt arbeiðspláss, sum verður brúkt í avmyndaðu valplakatunum. Hvat er arbeiðsplássið? Hvønn týdning hevur hetta arbeiðspláss fyri veljaran og politikaran? Hava ávís arbeiðspláss størri týdning enn onnur í ávísum støðum í Føroyum? Tosið um hetta í flokkinum. 

Valplakatir í Klaksvík 2016 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017