• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Valfilmur 1

Hygg at hesum filmi á talvuni. Filmurin er lýsing hjá einum valevni til løgtingsvalið í 2015. Hvønn flokk umboðar valevnið? Hvussu ber valevnið boðskapin fram? Hvat er endamálið við filminum? Hvør er við í filminum og hvør er støðan? Greið frá leiklutunum í filminum. Greið frá, hvussu ljósið er brúkt í filminum. Hevur tú sæð aðrar flokkar brúka hesa støðu, sum filmurin byggir á? Met um, hvønn málbólk flokkurin ætlar at náa. Gev karakter og grundgev.

Valfilmur 2

Hygg at hesum filmi, sum er gjørdur til løgtingsvalið í 2015. Hvønn flokk umboðar valevnið? Hvør er boðskapurin, sagdur í einum setningi? Hvussu ber valevnið boðskapin fram? Hvat er endamálið við hesum filminum? Greið frá samskiftisstøðuni. Hvør er við í filminum? Met um, hvønn málbólk valevnið tosar við. Gev karakter og grundgev.

Lesið henda tekst frá bispi um fólkakirkjuna og løgtingsvalið. Greinið, hvat prestur sigur. Kannið eftir, um nøkur orsøk er til, at bispur henda dag skrivar júst henda tekst. Er teksturin ein kunngerð, tíðindi ella vinaráð? Greiðið frá, hvør munur er á tílíkum tekstum.

Siður er, at politiskir veljarafundir enda við tjóðsanginum. Her er ein upptøka av tjóðsanginum á ólavsøku í 2011. Hvønn týdning hevur sangurin, tá hann verður brúktur á ólavsøku og at enda partapolitiskar veljarafundir við? Verður Gud nevndur í sanginum? Kannið eftir um sangurin stendur í sálmabókini ella nakrari aðrari sangbók, sum samkomur brúka. Tá bispur sigur, at kirkjan ikki er partur av valstríðnum, hví verður so hesin sangur brúktur á veljarafundum? Kundi ein annar sangur verði brúktur at enda partapolitiskar veljarafundir við? Kundi ein annar sangur, sum ikki nevnir Gud, verði brúktur sum tjóðsangur? Kennir tú onnur høvi, har tjóðsangurin verður brúktur?

 
 

Um temasíðuna

Temasíðan er um løgtingsval og fólkastýri.

Málbólkurin er lærarar og næmingar í miðdeild og hádeild í fólkaskúlanum.

 

 

Aftur til byrjan

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017