• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um temasíðuna

Temasíðan er um løgtingsval og fólkastýri.

Málbólkurin er lærarar og næmingar í fólkaskúlanum.

 

Hesar myndir eru tiknar í Havn og í Klaksvík uml. eina viku frammanundan løgtingsvalinum 1. sep. 2015. 

Til ber at trýsta á myndirnar, so verða tær størri.

Uppgáva 1

Til vinstru ella høgru? Kannið eftir, hvat meint verður við, tá sagt verður vinstra og høgra í politikki. Finnið teir bókstavir, sum flokkarnir eiga, tá val er. Setið síðan flokkarnar við bókstavi inn í eina krossskipan eftir einari ás, frá vinstru til høgru. Vinstra og høgra er vanligt í politikki í øllum heimsins londum, men í føroyskum politikki er eisini vanligt at tosa um loysing og samband. Kannið eftir, hvat meint verður við, tá sagt verður loysing og samband í føroyskum politikki. Setið flokkarnar við bókstavi inn í somu krossskipan eftir einari ás, frá loysing til samband.

Uppgáva 2

Henda myndin er tikin undir einum reyðum húsaveggi í gongugøtuni í miðbýnum í Havn. Eitt bókauppslag frá 1996 vísir, hvussu sami veggur sá út í 1990’unum, tá løgtingsval var. Hvør er munurin og hvør er orsøkin til sjónligu broytingina á vegginum? Hvør eigur reyðu húsini, og hvat gongur fyri seg har?

Uppgáva 3

Gev eina frágreiðing um, hví so nógvar valplakatir altíð síggjast við hesa rundkoyring uppi á Hálsi í Havn. Hvat er stóra húsið á heygnum aftanfyri? Hvat gongur fyri seg har um dagarnar? Hvat gongur fyri seg har, tá val er? Hvussu gomul eru vit, tá vit hava rætt at velja? Hvussu mong val selppa vit á, tá vit hava valrætt?

Uppgáva 4

Tveir av flokkunum, Javnaðarflokkurin og Framsókn, hava her avmyndað øll valevni, sum stilla upp til løgtingsvalið í 2015. Skiftið orð um, hvussu tit fata myndina. Kundi hetta verið ein filmsplakat ella ein lýsing fyri eini sjónvarpsrøð? Greiðið frá og grundgevið. Takið eisini støðu til, hvønn lit tey brúka á plakatunum, og hvat ymsir litir kunnu umboða. Kann litur og layout skapa eina eind og kenslu av at hoyra til? Kann tað øvugta hugsast, at øll valevni valdu sín egna lit og stíl? 

Uppgáva 5

Umframt at flokkar stilla upp til løgtingsvalið, sæst skjótt, at einstaklingar vilja verða valdir. Greið frá hesum myndum. Bara ein persónur er á myndunum. Hvat annað sæst á myndunum? Tosið um myndirnar og tømið tær fyri súmbol. Hvat siga myndirnar? Eru tær góðar valmyndir? Gevið myndunum karakter. 

Uppgáva 6

Henda mynd vísir, hvussu almenna rúmið kann verða brúkt á nýggjan hátt. Riggar tað? Hvat meinast við, tá sagt verður  ’Ein hurð. Eitt løgting’? Valplakatin er sett á ein hjall. Hugsa um hvussu ein hjallur er bygdur. Kann hjallurin brúkast, nú plakatir eru settar á hann? Gevið myndini karakter og grundgevið fyri støðumetinum.

Uppgáva 7

Her sæst eitt valevni við tumlinum uppeftir sum sigur ”Vit fremja úrslit”. Hvat merkir tummilin? Kunnu øll siga og gera soleiðis við tummlinum? Hvør er persónurin á myndini? Kundi myndin verið frá eini handverkarabúð? Grundgevið og berið saman við myndir frá byggivinnuni. Hvør er útsøgnin í myndini? Trúgva tit útsøgnini? Gevið myndini karakter og grundgevið fyri støðumetinum.

Á hesari plakatini stendur ”Vit sum stuðla …”. Hvat merkir tað, og hvussu skal lesarin skilja hesi boð á eini valplakat? Grundið yvir munin at siga ”vit” og ”tit” á eini plakat.  Hvør er munurin, um valevnið sigur vit ella tit, eg ella ? Gevið karakter og grundgevið. 

Uppgáva 8

Meðan løgmaður ikki sæst í gøtumyndini 10 dagar fyri valið, so sæst hesin floksfelagin á einum risastórum veggi í miðbýnum, har nógv ferðsla er. Hví er myndin sett har? Hví er løgmaður, sum er formaður í sama flokki, ikki settur har í staðin? Greið frá myndini. Kundi hetta verið ein ítróttamynd? Hvønn týnding hevur ein persónsmynd á eini valplakat? Hvør er teksturin niðast á myndini? Í spegilinum sæst størsta bygging í miðbýnum, har Havnar Handverkarfelag byggir nýggj hús. Hevur tað týdning fyri staðsetingina av valplakatini? Hvør er útsøgnin? Gevið karakter og grundgevið.

Uppgáva 9

Á hesari plakatini er einki fólk. Bara ein sloyfa, eitt C og eitt skrivað navn. Hví? Er hetta at undirmeta lesaran og veljaran? Greiði frá, grundgevið og takið støðu. 

Her er sama valevni aftur við sloyfu, men nú soleiðis sum vit kenna sloyfuna frá føroyska tjóðbunanum. Hvør politikari er kendur fyri at brúka sloyfu? Bjóðar hetta valevni av, nú hon eisini brúkar sloyfu? Er tað mannligt ella kvinnuligt at brúka sloyfu? Kjakist um valevnið spælir uppá kynsleiklutir á plakatunum. Plakatirnar á niðaru myndin er settar við síðuna av eins stóru valplakatini hjá Sambandsvalevninum, sum sæst í uppgávu 8. Greiðið frá valplakatunum við sloyfuni og takið støðu til marknaðarføringina hjá hesum valevni. Takið støðu til stóru plakatirnar yvirhøvur, um tær munnu loysa seg í valdystinum, sæð í mun til hvat tær helst kosta, og hvussu mong fólk tær krevja at verða settar upp og tiknar niður. Gevið karakter fyri samlaða avrikið fyri hesa júst marknaðarføring við sloyfuni í almenna rúminum.

Uppgáva 10

Her er bara ein bókstavur, sum varð settur upp um alt landið, so skjótt løgtingsvalið varð kunngjørt. Greið frá liti og hvønn flokk, bókstavurin umboðar. Greið frá effektini av hesum marknaðarføringsátaki, sum fevnir um allar pallar og er í so góðari tíð, at øll fáa stundir at lesa í einum bóklingi, sum er borin í hvørt hús. Gevið karakter og grundgevið.

Uppgáva 11

Her er ein valplakat í retro-stíli, sum bara sigur eitt navn og vísir eina karikaturtekning. Eingin flokkur er nevndur. Takið støðu til effektina av valplakatini sum lýsing. Er tað eitt endamál í sjálvum sær at skilja seg burturúr mongdini? Riggar tað altíð? Riggar tað í hesum føri?  Gevið karakter og grundgevið.

Uppgáva 12

Her er ein evarska lítil valplakat, sum er sett millum aðrar stórar. Hvør er valevnið? Er tað eitt endamál í sjálvum sær at skilja seg burtur úr mongdini? Riggar tað altíð? Riggar tað í hesum føri?  Gevið karakter og grundgevið.

Uppgáva 14

Kom víðari verður sagt við lesaran í rundkoyringini uppi á Hálsi í Havn. Hvat merkir tað? Hvønn møguleika hevur bilførarin ella fótgangarin at skilja, hvat valevnið vil siga og sannføra veljaran um? Skiftið orð um slogans á valplakatum. Gevið karakter og grundgevið.

Uppgáva 15

Hvønn týdning hevur tað uniforma, tað, at alt er eins á valplakatunum hjá einum flokki? Hyggið at myndini og finnið allar teir grafisku líkleikar hjá hesum trimum valevnum. Eru tey øll líka kend í almenna rúminum? Hvønn týdning mann flokkurin halda, at tað hevur, at øll eru eins á plakatum. Eru tit samd í, at øll valevni skulu hava eins plakatir og pláss, tá tey føra seg fram á henda hátt? Vildu tit til dømis givið tí valevni, sum fekk flest atkvøður, størstu plaktina? Gevið plakatunum karakter og grundgevið.

 

Uppgáva 16

Vit eru við húkin í Klaksvík. Hvat ímyndar húkurin og er hann á nakran hátt knýttur til henda stað? Á grøna bønum síggja vit fleiri valplakatir, sum eru ymsar í stødd og útsjónd. Heftið tykkum við valplakatina hjá Miðflokkinum (H). Hvat sæst beint undir bókstavinum á plakatini? Hvønn týdning hevur hetta fyribrigdi hjá eini siglandi tjóð? Hvønn súmbolskan týdning kann hetta fyribrigdið hava í politikki? Hvat fáa vit frá hesum flokki, um vit velja hann? Gevið karakter og grundgevið fyri hesi plakat, súmbolska málbrúkinum og samansetingini við húkinum á akkurát hesum stað.

Uppgáva 17

Har, ið nógvar plakatir, talvur og uppsløg eru, kunnu vit tosa um grafiskan larm. Tað eru nógv boð, sum eru í luftini og vilja okkum eitthvørt. Felags fyri boðini er, at tey vilja ávirka okkum. Her sæst ein sirkusplakat omanfyri  valplakatum hjá tveimum ymsum valevnum í Klaksvík og í Havn. Órógvar tað samskifti, at sirkus er í býnum? Tel, hvussu nógv skelti eru á myndini úr Havn.

Uppgáva 18

Her sæst eitt valevni ovast á vegginum. Sama valevni sæst á bønum longst til høgru.  Greið frá ymsu plakatunum av sama valevni. Hvørji frásøgusnildi brúkar valevni? Hvat hevur valevnið í munninum? Hvønn vegin hyggur valevnið? Kundi hetta verið filmsplakat eins væl og valplakat? Eigur munur at verða á eini plakat til undirhalds, og eini plakat, sum er gjørd til politisk val? Er munur á álvarseminum? Metið um, hvussu tað riggar í hesum føri, og gevið karakter við grundgeving.

Uppgáva 19

At skilja seg úr mongdini er ein fortreyt fyri at verða sæddur, tá fólk skulu velja millum so mong valevni. Greiðið frá, hvussu hesin politikari hevur loyst uppgávuna um sjónligheit í politikki. Lesið myndina og tømið hann fyri súmbol, her hon stendur. Finni fram til hvør hevur gjørt myndina, hvør er valevni og um nakað knýti er til Klaksvík. Takið støðu til hvussu uppgávan er loyst og gevið karakter við grundgeving.

Uppgáva 20

Bæði í Havn og í Klaksvík verða býarbussar brúktir at seta valplakatir á. Greiðið frá, hví og hvussu bussar av hesum slag eru áhugaverdir hjá valevnum at brúka. Hvat kunnu bussar brúkast til, sum ikki ber til á veggum og talvum?

Uppgáva 21

Her er ein valplakat, sum er so stór, at hon fyllir ein heilan húsavegg, hóast einki vallyfti er at lesa. Greið frá, um støddin ger munin, tá um valplakatir ræður. Eru aðrar plakatir, skelti ella talvur, sum órógva akkurát hesa valplakatina? Kundi hon havt verið minni, uttan at mist nakað av boðskapinum? Hvat kundi hent, um valplakatin bara fylti helvtina av hesum vegginum? Tak støðu til, um plakatin spælir væl upp móti fjallinum í baksýni. Gevið plakatini karakter við grundgeving.

Uppgáva 22

Her er aftur ein heilur húsveggur brúktur til eitt valevni, men á ein annan hátt enn omanfyri. Hvussu nógvar plakatir eru brúktar? Hvat siga plakatirnar, so sum tær eru settar á veggin? Hvørji eru lyftini hjá hesum valevni? Berið saman við plakatina omanfyri. Gevið hesum plakatunum karakter við grundgeving.

Uppgáva 23

Pylsuvognurin er ein av mongu savningarstøðunum í flestu býum. Greiðið frá, hvat sæst undir hesum diskinum, tá tú keypir tær pylsu. Hvør er boðskapurin? Takið støðu til, um nakað mark eigur at verða millum undirhald og álvara, tá vit tosa um løgtingsval, og at tryggja fólkaræðið. Er tað kanska akkurát í túninum við pylsuvognin at vit finna fólksins røttu rødd? Kannið hugtakið fólksins rødd og hvussu tað verður brúkt í miðlum. Gevið karakater fyri staðin, sum hesar valplakatir eru settar á og grundgevið.

Uppgáva 24

Valplakatir verða settar har, sum mesta ferðslan er. Her er mynd av rundkoyring í Klaksvík. Kunnu tílík uppsløg órógva ferðsluna og verða orsøk til óhapp og skaða? Skal tað verða bannað at seta valplakatir so tætt við ferðslu? Um valplaktir sleppa at standa her, hví kunnu handilslýsingar ikki eisini sleppa at standa her? Takið støð til spurningin um ferðslutrygd, har sum nógvar og ágangandi plaktir eru.

Uppgáva 25

Her sæst eitt valevni til løgtingsvalið í 2015, sum er sett á eina tasku. Takið støðu til henda nýggja lýsingamiðilin og metið, um tað kann verða trendy og smart, at seta eitt valevni til Føroya løgting á eina tasku. Kann tað flyta atkvøður? Ella kann tað verða óvirðiligt fyri eitt valevni, at verða sett á eina tasku, sum alt kann koyrast í? Skal nakað mark verða í almenna rúminum fyri, hvønn miðil eitt valevni kann brúka, ella skal tað júst verða frítt fyri, at brúka allar tøkar miðlar at lýsa eitt valevni? Hvussu nógvar miðlar hava tit varnast, at valevni hava brúkt, til hetta løgtingsvalið? Skiftið at enda orð um taskuna sum brúkslut í húsarhaldinum og skúlagongdini. Kann taskan brúkast eftir at løgtingsvalið er av?

 

Myndir og tekstur: Birgir Kruse

Myndir úr Klaksvík: Tóra við Keldu

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017