• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Um temasíðuna

Temasíðan er um løgtingsval og fólkastýri.

Málbólkurin er lærarar og næmingar í miðdeild og framhaldsdeild í fólkaskúlanum.

 

Veljarakanningar

Tá val er fráboðað til løgting, fólkating, ella kommunu, er vanligt at veljarakanningar verða gjørdar. So frætta vit í tíðindunum um úrslitið av veljarakanningunum. Á myndini sæst ein kassi við atkvøðum til kommunuvalið í Havn í 2008. Í hesum undirvísingaruppleggi viðgera vit spurningin, um metingar og kanningar skulu verða loyvdar undan valinum, og um tær munnu ávirka ella vegleiða veljaran. Í lógini stendur at valið er loyniligt. Men tá valið nærkast, eru fleiri fyritøkur, sum bjóða sær til at gera veljarakanningarnar fyri fjølmiðlarnar. Framgangsmátin er oftast tann sami. Fyritøkurnar ringja til fólk og spyrja í telefonini, um tey kunnu tosa við tann, sum síðst hevði føðingardag og hevur rætt at velja. So kunnu tey spyrja um tann spurdi var á vali síðst, um hann ella hon ætlar á val hesa ferð, um tað er gjørt av, hvør verður valdur og so framvegis. Onkuntíð spyrja fyritøkurnar eisini um onnur viðurskifti, sum tey kanna fyri onkran annan, kanska ein handil. Leitið eftir kanningum, sum síggjast í bløðunum ella á heimasíðuni hjá Kringvarpinum. Hvussu nógvar fyritøkur kunnu vit finna, sum gera veljarakanningar? Hvussu nógv fólk verða spurd? Eru veljarakanningarnar altíð rættar? Hvat er endamálið við veljarakanningum? Ávirka veljarakanningar valúrslitið? Ávirka veljarakanningar okkara atferð, tá val er? Kunnu vit hugsa okkum eitt val uttan veljarakanningar? Skulu fólk sleppa at siga og almannakunngerða, hvat tey hava valt? Grundgev fyri tínum sjónarmiði.

 

Eftir stødd á flokkunum, kann valúrslitið 2015 í stuttum lýsast soleiðis:

Javnaðarflokkurin: 25,1%, 8 tingfólk

Tjóðveldi: 20,8% , 7 tingfólk

Fólkaflokkurin: 18,9%,  6 tingfólk

Sambandsflokkurin: 18,8%, 6 tingfólk

Framsókn: 7,0%, 2 tingfólk

Miðflokkurin: 5,5%,  2 tingfólk

Nýtt Sjálvstýri: 4,0%, 2 tingfólk

 

Her eru tey 33, sum eftir valið skulu manna løgtingið

 

Her eru persónligu atkvøðurnar hjá øllum valevnunum

 

Her er uppteljingin frá øllum valstøðunum í landinum 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017