• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Eitt av yngstu valevnunum til løgtinsvalið, er Hanus Samró. Greið frá, hvønn miðil hann brúkar, at fáa politiska boðskapin fram, nú løgtingsval er. Hvør er boðskapurin? Er boðskapurin greiður? Hvar eru vit saman við valevninum? Hvør er frásøgupersónur? Hví eru vit á hesum stað? Er Hanus sannførandi, og eydnast hon at fáa boðskapin fram? Hvør er málbólkurin? Fær hetta stað, sum vit vitja, nakran ágóða, um tey velja Hanus? Gevið filminum karakter við grundgeving.

Politiskan biltúr

Nýtt í valstríðnum hesaferð er, at eitt valevni bjóðar ein biltúr í egnum billi, og soleiðis kunnu fólk spyrja valevni um líkt og ólíkt. Fyrra filmsbrotið, podcastið, er ein upptøka av hesum átakinum, sum annars ikki verður filmað, meðan seinni filmurin er frá Kringvarpinum: "Val á vegnum". Tey filmað eitt prát við valevni, sum sita í Kringvarpsbilinumi, meðan sjaførurin, ein útvarpsmaður, spyr og prátar við tey. Hetta slag av podcast hevur ikki verið frammi í føroyskum valdysti áður. Takið støðu til virðið í hesum filmum ella sendingum. Koma vit nærri valevninum á ein hátt, sum vit ikki kunnu í øðrum miðlum? Hvat vigar tyngst, undirhald ella politisk upplýsing? Gevið karkter við grundgeving.

Valevni sum stjørna í egnari sending

Í seks stuttfilmum verður Sonja Jógvansdóttir lýst av vinfólki og kenningum, men eisini í kjaki við politisk mótstøðufólk. Hyggið eftir stuttfilmunum og takið støðu til, hvussu teir eru skipaðir. Hvør er høvuðspersónurin? Hvør annar sleppur við? Hvar kundu hesir stuttfilmar verið sendir, um teir vóru ein tíma til longdar? Kenna vit formatið, tað er slagið av sending, aftur? Hyggið eftir donsku sjónvarpsendingunum Her er dit liv og samanberið. Hvør sleppur í tílíkar sjónvarpssendingar? Eru tað ókend fólk á gøtuni, ella fólk, sum hava nakað uppá seg, og hava avrikað nakað? Eru vit øll so áhugaverd, at fleiri kunnu siga nakað um okkum? Roynið í flokkinum at seta ein næming framman fyri tykkum. Ein annar í flokkinum stendur fyri samrøðuni, og ein triði hevur gjørt research um høvuðspersónin. Researchúrslitið verður sett á ein lista. Eftir hesum lista verður høvuðspersónurin spurdur í avtalað tíð, kanska 10 minuttir. Kannið eftir, hvat krevst, um ein tílík samrøða skal rigga og siga okkum nakað. Kjakist um hetta slagi av samrøðum og stuttfilmum. Er størsta nyttan persónlig ella samfelagslig? Gevið átakinum samlaðan karakter við grundgeving.

Skemt og satira

Í gomlum døgum, tá plakatin var stór og einsamøll, kundi meir enn so henda seg, at onkur frekkur persónur við beráddum huga teknaði á plakatina, so hon fekk mótsætta týdningin. Á henda hátt kom fram ein politisk plakatlist, eitt nú londum sum Póllandi. Frá fólkinum fingu sterkir maktpersónar alt aftur í høvdið. Eins og vit hava havt politiska plakatlist seinastu hálvu øldina, hava vit eisini fingið eina skjóta politiska filmslist á netinum siðani YouTube og Facebook komu fram. Eftir lítlari løtu kann ein dugnaligur skúlanæmingur leggja føroyskan tekst, sum als ikki er korrektur, á ein útlendskan film ella videostubba. Best kendur er Hitler úr filminum Der Untergang (2004), har hann í týdda undirtekstinum kann fáast at siga alt frá samband til loysing. Stílurin er at vera politiskt ókorrektur. At gera sum ein sjálvur vil, mótsætt almenna viljanum, soleiðis, sum hesin sæst og hoyrist í miðlunum og á veljarafundum. Nakað sum at geva ”fingurin”, sum vit siga. Her er eitt dømi, har eitt útlendskt videoklipp hevur fingið føroyskan undirtekst, sum knýtir seg beint til løgtingsvalið, hóast innhaldsliga sambandið ikki er til. Hetta er altso ein ókorrekt týðing. Hyggið at filminum og meti um effektina. Hvør er okkara niðurstøða eftir at hava sæð filmin? Hava vit flutt okkum? Hava vit skilt eitt evnið á ein nyggjan hátt? Er hesin máti at gera stuttfilm og fremja politiska upplýsing virðilig og brúkilig? Hvat heldur tú?

 
 

Um temasíðuna

Temasíðan er um løgtingsval og fólkastýri.

Málbólkurin er lærarar og næmingar í miðdeild og framhaldsdeild í fólkaskúlanum.

Í Degi og vika frá fríggjadegnum 28. august verður nýggjasta valkanningin viðgjørd. Eisini verður tosað við Allan Dalsgarð um hvussu kreativ valevnini eru nú fáir dagar eru eftir til valið. Innslagið, kreativ valevni, verður lýst soleiðis: "Eggjandi dansur, rapp og ókeypos konsert við Jens Marna." (2.22 min. - 5.47 min.)

 

At enda verður vitjað á Býarbókasavninum, har barnaval er. (13.30 min. - 17.24 min.) 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017