• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Altartalvur

 

Í 1547 málaði Lucas Cranach, eldri, hesa altartalvuna til Sankta Mariukirkjuna í Wittenberg. Luther var deyður árið fyri. Her síggja vit høvuðstættirnar í gudstænastuni, sambært Luther: dópurin, altargongdin við skriftarmálinum og prædikuna. Cranach, sum var vinmaður Luthers, setur eisini reformatorar inn í málningin.

Á málninginum síggja vit barnadópin til vinstru. Tað er Philip Melanchthon, ið doypir barnið. Hetta er eitt sindur sjáldsamt, tí hann var ikki prestvígdur, men var lærari, professari við fróðskaparsetri í Wittenberg.

Í miðjuni er altargongdin skift um við eina ímynd av upprunanum til altargongdina. Har síggja vit Jesus halda kvøldmáltíð saman við lærausveinumum. Men teir eru fjúrtan til borðs, og ikki trettan, sum vit lesa í Nýggja testamenti. Vinmaður málarans, Luther situr til borðs sum tann fjúrtandi. Hann fær vín frá tænaranum.

Høgru megin er vinmaður Luthers, Johannes Bugenhagen, sum hevur skriftarmál og boðar fólki syndanna fyrigeving. Hann hevur tveir lyklar í hondini. Møguliga skal hetta vera eitt aftursvar til katolikkarnar, sum høvdu ta fatan, at pávin eina hevði fingið himmiríkis lyklar. Tí kundi pávin siga at uttanfyri katólsku kirkjuna var eingin frelsa.

Niðasta myndin er av Luther á prædikustólinum Hann prædikar og peikar á hin krossfesta Kristus. Vit síggja fólk lurta, fremst situr konan, Katharina von Bora, við teirra seks børnum. Cranach hevur málað øll seks børnini, hóast tvey teirra vóru deyð. Aftanfyri familjuna hevur Cranach málað seg sjálvan.

Persónarnir á samansettu málningunum eru í tátíðar klæðum, eisini Jesus og lærusveinarnir. Tað var heldur ikki óvanligt um hetta mundi, at avmynda livandi persónar saman við deyðum persónum, ella saman við bíbilskum persónum.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat heldur tú, at Cranach vil siga, ella undirstrikað við síni altartalvu?

 

2 Vel tær ta myndina, tær dámar best og greið frá henni.

 

3 Ber saman málningin í miðjuni, á gomlu altartalvuni hjá Cranach, við nýggjara málningin hjá Torbirni Olsen av kvøldmáltíðini, sum hongur í Haldórsvíkar kirkju. Hvat líkst og hvat líkist ikki? 

 

 

 

Hetta er altartalvan í Sankta Mariukirkjuni í Wittenberg, sum var sóknarkirkjan hjá Luther.
Í 1996 gjørdi Torbjørn Olsen altartalvu til kirkjuna í Haldórsvik. Myndaevnið er, við fyrimynd úr Leonoardo da Vinci, hin heilaga kvøldmáltíðini, men við føroyskum modellum.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017