• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Luther-rósan

 

Martin Luther gjørdi sjálvur Luther-rósuna, sum sæst á myndini til høgru. Hildið verður, at upprunin er eitt gamalt innsigli hjá familjuni, sum hann hevur broytti og givið egnan týdning.

Luther sigur sjálvur, at rósan er hansara gudfrøði í myndaskapi.

Luther nýtti rósuna á fyrsta sinni í einum brævi til ein vinmann. Hann greiður frá, hvønn týdning hann leggur í myndina. Seinni gjørdi Luther ein ring við rósuni. Ringin nýtti hann at gera merki, innsigli, í brøvum og skriftum, sum prógv fyri at tey vóru ektað.

Týdningurin í Luther-rósuni

Miðdepilin í myndini er ein svartur krossur. Tann svarti krossurin, skal minna okkum á líðing, deyða og uppreisn.

Svarti krossurin stendur mitt í einum reyðum hjarta. Luther segði, at tann svarti krossurin í reyða hjartanum skal minna okkum á krossfesta frelsaran. Tá ið vit trúgva av hjarta, verða vit rættvísgjørd.

Hjartað stendur á einari hvítari rósu. Hvítt er liturin hjá teim himmalsku einglunum. Hvíti liturin skal vísa til gleði, troyst og frið. Hjartað stendur á rósuni, fyri at vísa, at trúgvin ber gleði, troyst og frið.

Blái liturin er tann himmalski liturin, og vísir til himmalsku gleðina, sum trúgvin er inngongdin til. Trúgvin er inngongdin til ta ævigu gleðina.

Uttast er ein gyltur ringur. Hann skal ímynda tað æviga lívið. Gullið varð mett at vera tað dýrabarasta. Gullið ferst ikki, tað rustar ikki. Á sama hátt er tað æviga lívið. Tað er tað mest dýrabara, og tað ferst ikki - tað varar ævigt.

Í tí bláa litinum standa fimm bókstavir: VIVIT. Tað er latín og merkir: “Hann livir”. Her verður sipað til Kristus, sum livir ævigt.

Nógvar útgávur

Til eru nógvar útgávur av Luther-rósuni. Nakrar hava ongan tekst í bláa økinum. Aðrar hava annan tekst t. d.: Sola fide, sum merkir “Trúgvin eina”, Sola gratia, sum merkir “Náðin eina” og Sola verba, sum merkir “Orðið eina”.  Tann mest vanligi teksturin er áðurnevndi Vivit, sum merkir “Hann livir”.

 

 

Arbeiðsuppgávur:

  

1 Hvat sigur Luther sjálvur um Luther-rósuna?

 

2 Hvat merkir innskriftin VIVIT?

 

 

Orðafrágreiðingar:

Innsigli: búmerkið ella navnamerki merkt í lakki el. Voksi, sett t.d. á skjøl og brøv til staðfestingar.

Innsiglisringur: Ein ringur, sum kundi nýtast at prenta eitt innsiglið við.

Rættvísgjørdur: At  fáa syndafyrigeving. Gud sigur, at ein menniskja er loyst frá synd og fær onga revsing. 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017