• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Luther sum Playmobil

 

Playmobil er ein tysk fyritøka, sum ger leikutoy til sølu, eins og danska Lego.

Playmobil hevur gjørt Luther sum leika, og hevur hepnast so væl, at hetta er mest selda vøran í teirra søgu. Tað skrivar bretska tíðarritið Newsweek

 

 

Her er ein lýsingafilmur, sum í 5 minuttir lýsir Luther sambært Playmobil.

Her pakkar ein týskur YouTube'ari Luther út á týskum.

Arbeiðsuppgávur:

  

1 Vit hava í hesum tema lært um avlát, og hvat Luther helt um tað fyri 500 árum síðan. Tosið í flokkinum um, at Luther nú verður settur til sølu sum leikutoy.

 

2 Hendingin, sum fyri 500 árum síðan elvdi til reformatiónina, er í dag eitt vinnuligt ferðamál. Tosið saman í flokkinum um hetta fyribrigdið, at fyritøkur blanda pengar og átrúnað saman, at skapa áhuga fyri ferðamálinum. 

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017