• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Augsburgska trúarjáttanin

 

Í 1530 kallaði keisarin Karl V. til ríkisdag í Augsburg. Tað var í eini roynd at loysa ósemjuna ímillum tey, ið hildu við Luther, og hin partin, sum vóru katolikkarnar.

Til hendan fundin settu partamenninir hjá Luther eina trúarjáttan saman. Hendan trúarjáttanin verður eftir býnum nevnd Augsburgska trúarjáttanin. Hon greiður frá kjarnanum í luthersku gudfrøðini.

Tað var Philip Melanchthon (1497-1560), ið skrivaði trúarjáttina. Luther, sum bæði var lýstur í bann og friðleysur, kundi ikki fara til Augsburg. Men hann var í nánd, og hevði samband við vinfólkini í býnum.

Tann 25. juni varð trúarjáttanin lisin á týskum máli fyri keisaranum. Keisarin fekk tvey eintøk av trúarjáttanini, annað á týskum máli og hitt á latíni.

Hóast drúgt kjak, fekst ikki semja millum katolikkar og protestantar, sum viðhaldsfólk Luthers vórðu nevnd. Men Augsburgska trúarjattanin fekk stóran politiskan týdning. Hon varð nú ein almenn trúarjáttan fyri øll tey, ið tóku undir við læruni hjá Luther.

Augsburgska trúarjáttanin er ein partur av læruni hjá fólkakirkjuni.

Á myndini síggja vit teir protestantisku kurfýrstarnar og umboðsmenninar fyri teir protestantisku býirnar, allir eyðmerktir við sínum vápnaskildri. Teir játta fyri keisaranum, at teir taka undir við Augsburgsku trúarjáttanini. Myndlistamaður er Johann Dürr (1600-1663).

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hví varð fundurin í Augsburg hildin?

 

2 Hvat varð úrslitið av fundinum?

 

 

Orðafrágreiðing

Trúarjáttan: Ein stuttur samandráttur av høvuðstankunum í einari læru t.d. kristindóminum.

Hundráð ár eftir hendingina málaði Johann Dürr (1600-1663) teir protestantisku kurfýrstarnar, sum taka undir við augsburgsku trúarjáttanini í 1530.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017