• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Barnaár

 

 

Martin Luther var føddur 10. november 1483 í tí lítla týska býnum Eisleben. Dagin eftir, 11. november, bleiv drongurin doyptur og fekk navnið Martin eftir katólska halgimenninum fyri tann dagin, Santa Martin úr Tours. Foreldrini hjá Luther vóru Margarete og Hans Luther, sum síggjast á myndini.

Foreldrini vóru gudrøkin fólk. Luther fekk eina stranga uppaling, so at hann skuldi gerast eitt gott og rætthugsandi fólk. Hetta samsvaraði við tátíðar hugsanarhátt um Gud, sum ein strangan og rættvísan dómara. Ein dómara, sum náðileyst dømdi tey glataðu til æviga pínu, meðan tey rættvísu sluppu inn til himinsins dýrd.

Eitt hálvt ár seinni flutti familjan til Mansfeld, har pápin, saman við øðrum, átti eina koparminu. Pápin gjørdist sum frá leið betur fyri fíggjarliga og var virdur millum manna.

Longu sum 4-5 ára gamal, bleiv Luther settur til arbeiðis. Pápin helt, at spæl og at ganga fyri einki, var rótin til alt ilt. Hin lítli Luther varð settur at ansa seyði. Hetta var eitt álitisstarv, tí seyðurin hevði stóran týdning í húsarhaldinum, tí seyðurin gav ull, mjólk og kjøt.

Luther byrjaði i skúlanum í Mansfeld bert 5 ára gamal, síðani gekk hann í skúla í Magdeburg.

15 ára gamal fór Luther á latínskúla. Skúlin var í Magdeburg, tí mátti Luther flyta heimanífrá og læra at standa á egnum beinum. Undirvísingin í skúlanum kostaði. Tí mátti Luther, saman við hinum næmingunum, hvønn sunnudag syngja í kirkju-kórinum fyri at gjalda skúlan. Men fyri at fáa til lívsins uppihald, mátti Luther eisini ganga runt í býnum og syngja fyri fólki. Eftir latínskúlan fór hann aftur til Eisenach og haðani á fróðskaðarsetrið í 1501.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvussu itu foreldrini hjá Luther?

 

2 Hví fekk Luther eina so stranga uppaling?

 

3 Hvussu gamal var Luther, tá ið hann fór í skúla?

 

4 Hvussu fekk Luther goldið fyri latínskúlan?

 

Lucas Cranach, eldri, málaði stranga pápan, Hans Luder, í 1527. Robert Scott Tait málaði mammuna, Margarete Luder, eftir Lucas Cranach.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017