• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Bíblian á móðurmálinum

 

Týski munkurin, Martin Luther, hevði katólska útbúgving sum prestur. Eins og aðrir prestar las og granskaði hann Bíbliuna á latíni. Men Luther fór sum frá leið at seta pávanum í Róm fleiri og fleiri naskar spurningar.

Pávin var ovasti leiðari í katólsku kirkjuni, sum átti stórar ognir um allan heim, eisini í Føroyum.

At fíggja kirkjurnar og fáa prestunum løn, fann katólska kirkjan uppá at selja avlátsbrøv. Serliga eina kirkjan, Pæturskirkjan í Róm, varð dýr. Hon stóð í gerð í 150 ár og er heimsins størsta. Pæturskirkjan varð vígd í 1626.

Tað vóru fyrst og fremst avlátsbrøvini, sum fingu Luther at fara í hernað móti katólsku kirkjuni. Luther vildi eisini at móðurmálið varð brúkt, heldur enn latín, sum bara tey lærdu dugdu.

Samstundis var prentlistin blivin kend og breidd út millum fólk í Evropa.

Prentlistin hjá Guthenberg

Tað var týski Johannes Guthenberg (1398-1468), ið fann uppá kynstrið at prenta. Eftir stuttari tíð kundu fleiri prentaðar bøkur koma út millum fólk. Tá vóru tað ikki bara tey skriftlærdu, ið høvdu ráð at keypa teirra egnu hondskrivaðu bók.

Luther legði seg í kjalarvørrin á hesi nýggju samskiftistøkni og umsetti Bíbliuna til móðurmálið, sum var týskt. Hon kom út í 1534.

Hetta stuðlaði upp undir tankar Luthers um at Gudstrúgvin var persónlig. Fólk skuldu sjálv lesa Bíbliuna og aðrar bøkur á móðurmálinum í kirkju, heima og í skúla.

Fyrsta danska Bíblia

Fyrsta danska Bíbliutýðing kom í 1550. Enn skuldu ganga 399 ár til føroyngar fingu eina Bíbliu á móðurmálinum.

Viðhaldsfólk Luthers vórðu nevnd protestantar, tí tey protesteraðu, meðan katolikkarnir hildu uppá sítt. Ávirkað av evropeiskari humanismu, legði hetta støðið undir tvey átrúnarlig rák, tað gamla katólska og tað nýggja protestantiska.

Umframt at týða Bíbliuna, yrkti Luther eisini sálmar, sum eru týddir til føroyskt. Kendastur er Vár gud er føst og haldgóð borg. Lesa vit sálmin, sæst skjótt, at hetta er ein protestsálmur frá einum protestanti, sum kundi verið ein mótmælissangari á okkara døgum, kanska ein Bob Dylan.

Fyrsta føroyska Bíblia

Fyrsta føroyska Bíblia kom úti í 1949. Victor Danielsen (1894-1961) týddi hana. Hon verður brúkt í brøðrasamkomuni. Onnur føroyska Bíblian kom út í 1961. Jákup Dahl (1878-1944) og Kristian Osvald Viderø (1906-1991) týddu hana. Hon verður brúkt í fólkakirkjuni. Aðrar bíbliutýðingar eru eisini til á føroyskum.

Wycliffe Global Alliance upplýsur, at í oktober í 2016 var øll Bíblian umsett til 636 mál. Partar av Bíbliuni eru tó tøkir á ikki færri enn 3223 málum. 

 

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvør tøkni hjálpti Luther at spreiða Bíbliuna meðan hann livdi?

 

2 Hví helt Luther, at Bíblian skuldi vera á móðurmálinum?

 

3 Nær kom fyrsta danska bíbliútýðing?

 

4 Nær kom fyrsta føroyska bíbliutýðing?

 

5 Hvønn týdning fekk fyrsta føroyska Bíblia fyri brøðrasamkomuna?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017