• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Bíblian og móðurmálið

 

Fólkið skuldi sleppa at lesa Bíbliuna á móðurmálinum. So kundu tey sjálvi lesa Guds orð, og vóru ikki bundin av tí, sum prestarnir og kirkjan søgdu.

Luther týddi Nýggja testamenti meðan hann var í Wartburg. Hann hættaði sær ikki at týða alla Bíbliuna tá, m.a. tí hann ikki dugdi nóg væl grikst. Men í Wittenberg fór Luther at týða alla Bíbliuna. Fólk, sum vórðu rópt reformatorar, hjálptu honum. Hetta tók langa tíð.

Luther vildi, at týðingin skuldi vera til eitt mál, sum vanliga fólkið skilti. Hann tosaði við nógv og var leingi saman við fólki, fyri at fáa tað málsliga í Bíbliuni so gott sum gjørligt.

Bíblian, ið kom út á týskum í 1534, var prýdd við 117 myndum, sum skuldu undirstrikað og útgreina tekstin.

Nú kundi vanliga fólkið í Týsklandi lesa eina Bíbliu á móðurmálinum. Takkað verið nýggja kynstrinum at prenta bøkur, fingu fólk eisini ráð til at keypa sær eina Bíbliu at hava heima. Fyrr vóru bøkur hondskrivaðar og bara fyri tey ríkastu at keypa.

Arbeiðsuppgáva:

 

1 Hví helt Luther, at tað var av stórum týdningi, at fólkið slapp at lesa Bíbliuna á móðurmálinum?

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017