• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Fróðskaparsetrið í Erfurt

 

Eftir latínskúlan fór Luther 18 ára gamal at lesa løgfrøði í Erfurt. Hetta var ikki eftir egnum ynski, men tí at faðirin vildi tað. 

Luther tók fyrst eitt filisofiskt grundskeið, sum allir studentar skuldu taka. Hetta endaði hann við einari magistaragrad í 1505

Nakað eftir hetta kom Luther út fyri tveimum hendingum, sum heilt broyttu lív hansara. Hin fyrra hendingin var, at Luther skar seg ógvuliga illa av eini korðu, sum er eitt vápn við longum blaði at stinga við. Ein stór blóðæðr varð rakt, og tað tyktist vónleyst at steðga bløðingini, og tað var eitt satt undur, at Luther ikki doyði av hesum. 

Stutt eftir hesa hending, var Luther úti millum býir, tá ógvusligt óveður kom á hann. Brádliga sló toran niður við liðina á honum, og hann var bangin fyri ikki at vinna upp hús. Í síni neyð og angist rópti Luther á hina heilagu Onnu, sum var móðir Mariu moy, og lovaði, at um hann slapp við lívinum, skuldi hann gerast munkur. Hann slapp við lívinum og helt lyftið. Mynd vísur Fróðskaparsetrið í Erfurt.

Arbeiðsuppgávur: 

 

1 Hvat fór Luther at lesa eftir latínskúlan?

 

2 Hví gavst Luther við lestrinum og fór í kleystur? 

 

 

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017