• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Gudstænastan

 

Søguliga myndin til høgru er frá eini gudstænastu. Hon er málað í 1561, og er úr Torslunde kirkju í Danmark

Myndin vísir tað týdningarmesta í luthersku gudstænastuni:

Prædikan og tey tvey sakramentini, dópur og altargongd.

Hin katólska kirkjan hevur sjey sakramenti:

Dópur, konfirmatión, altargongd, skriftamál, at salva tey sjúku - hin seinasta oljan, hjúnalag og prestavígslan.

Luther góðtók bert tvey sakramenti, tí hann segði, at hann fann bara tvey sakramenti í Bíbliuni. Jesus bað lærusveinarnar læra og doypa, og at halda kvøldmáltíð til áminningar.

Eitt sakramenti er ein heilag gerð, sum vit siga at Kristus hevur fyriskipað. Eitt sakramenti er eitt orð frá Gudi og eitt sjónligt tekin. Tað kann vera vatn við dópinum, og breyði og vín við altargongd. Við sakramentinum gevur Gud menniskjum lut í síni náði.

Á myndini síggja vit prestin uttast til høgru. Hann prædikar á móðurmálinum. Luther segði, at prædikan skuldi vera á móðurmálinum, so at fólk kundi skilja Guds orð. Til gudstænastuna hoyrdi eisini sangur. Luther yrkti sálmar á móðurmálinum, so at kirkjufólkið kundi vera við í sálmasonginum. Í katólsku kirkjuni sang meinigheitin ikki við. Ístaðin sang eitt kór, kanska munkar, á latíni.

Undir prædikustólinum síggjast altargestirnar fáa breyð og vín.

Vinstrumegin á myndini síggja vit prestin halda dópsbarnið yvir doypifuntinum.

Mitt í myndini sæst sjálvur miðdepulin í hámessuni. Tað er hin krossfesti Kristus.

Presturin peikar áhoyrarunum á hin krossfesta Kristus.

Luther segði, at trúgvin eina frelsir menniskjuni, ikki góðar gerðir. Menniskjan verður einans frelst við trúgv av Guds miskunn, segði Luther.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hví góðtók Luther bara tvey sakramenti?   

 

2 Hvørji eru sakramentini í tí Luthersku kirkjuni?

 

3. Hvussu nógv sakramenti hevur katólska kirkjan?

 

 

Orðafrágreiðingar:

Sakramenti: Eitt sakramenti er ein heilag gerð, sum vit siga at Kristus hevur fyriskipað. Eitt sakramenti er eitt orð frá Gudi, og eitt sjónligt tekin, sum vatn í sambandi við dóp og breyð og vín undir altargongd. Við sakramentinum gevur Gud menniskjum lut í síni náði, sigur Luther.

Altarborð frá 1561 úr Torslunde kirkju í Ishøj í Danmark, sum vísur gudstænastu í evangelisku luthersku kirkjuni.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017