• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Hvør var Martin Luther?

 

Í 1505 gjørdist Martin Luther (1483-1546) munkur í Erfurt. Hann gjørdist eisini gudfrøðingur og vildi bøta um kirkjuna, sum hann helt vera farna av leið. 

Luther vildi hava prestar at gevast við at prædika á latíni, og heldur tosa móðurmálið hjá kirkjufólki.

Luther gjørdist prestur í augustinar-errimittar ordanunum. Har fekk hann eina góða katólska útbúgving. Tí bleiv hann professari við fróðskaparsetrið í Wittenberg. 

Í 30-ára aldrinum menti Luther síni egnu gudfrøðiligu sjónarmið um kirkjunnar myndugleika, sakramentini og sambandið millum Guð og menniskjuni. 

Luther var ímóti handlinum hjá katólsku kirkjuni við avláti. Hetta var byrjanin til reformatiónina, ið kvetti sambandið við katólsku kirkjuna. Luthersa tankar førdu til ta evangelisku-luthersku kirkjuna. Tað er tann almenna kirkjan, sum vit hava í Føroyum.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvør var Luther? 

 

2 Hvat var Luther ímóti? 

 

3 Hvør er tann almenna kirkjan í Føroyum?

 

 

Johann Gottfried Shadow gjørdi standmyndina av Luther á torginum frammanfyri ráðhúsinum í Wittenberg í 1821.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017