• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Í fótasporum Luthers

 

Sólrun Michelsen, rithøvundur, var í mai í 2017 við í føroyskum ferðalagi í sambandi við at 500 ár fara at verða liðin, síðan Luther sló sínar 95 tesur á kirkjuhurðina í Wittenberg í Týsklandi. Tá byrjaði reformatiónin, sum eisini ávirkaði okkum í Føroyum.

Her er ferðafrásøgnin hjá Sólrun:

Luther varð føddur 10. november í 1483 og doyði 18. februar í 1546. Tá var hann 62 ára gamal.

Vit hildu so av stað, 119 føroyingar harav fimm vóru prestar, og byrjaðu ferðina heilt í Luthersa anda við at syngja ein sálm og biðja Faðir vár í flogfarinum.

Komin til Leipzig, sum er í fyrrverandi Eysturtýskland (DDR), komu vit upp á pláss á hotellinum, og um kvøldið var fyrilestur um Luther.

Føðibýur Luthers er Eisleben

Morgunin eftir koyrdu vit til Eisleben, býin, har Luther bæði varð føddur, og har hann doyði, hóast hann búði aðrastaðni meginpartin av lívi sínum. Vit sóu húsið, har hann varð føddur og eisini húsið, har hann doyði. Hetta er gjørt til savn til minnis um Luther, men í nýggjari tíð hava granskarar funnið út av, at hetta var skeivt hús. Hitt liggur tætt við, men eigarin av tí seinna húsinum vildi ikki hava húsið umgjørt til eitt fornminnasavn, so hitt varð bara verandi, so nú eru líkasum tvey. Hann varð tó ikki grivin her, men fluttur til Wittenberg at jarðast.

Her í Eisleben vitjaðu vit eisini St. Petrikirkjuna, sum er sera vøkur. Her varð Luther doyptur. Vit sungu ein av Luthersa týddu sálmum standandi har undir hválvinum, og eg haldi, at vit 119 føroyingar bæði hoyrdust og sungu væl.

Síðan varð farið yvir í St. Andreaskirkjuna, har Luther helt sínar fýra seinastu prædikur.

Luther goymdi seg í Wartburg

Triðja dagin komu bussarnir eftir okkum, áðrenn klokkan seks. Hendan morgunin skuldu vit koyra til Wartburg.

Wartburg er ein av borgunum, sum Fríðrikur, eisini róptur hin vísi, kurfúrsti, átti. Hann helt nógv av Lutheri og helt eisini hondina yvir honum, tá hann hevði rótað seg út í alt ov nógvar trupulleikar, tí Luther hevði nógvar og sterkar mótstøðumenn.

Hann hevði sett seg upp móti pávaveldinum og sterku katólsku kirkjuni og hevði verið til avhoyringar í Worms, har teir søgdu, at hann skuldi taka orðini, hann hevði sagt, aftur. Tað vildi hann ikki. Hann slapp tó út haðani, men Fríðrikur kurfúrsti  visti, at menn lógu honum eftir lívinum, so hann sendi sínar menn avstað. Teir lupu á hestavognin, har Luther sat, og tóku hann við sær til borgina Wartburg, har hann fjaldi seg. Onnur hildu, at tað vóru mótstøðumenninir, sum vóru farnir avstað við Lutheri, og vóru bangin um lív hansara.

Luther umsetur Nýggja testamentið

Men á Wartburg settist Luther at arbeiða. Hann skrivaði. Hann umsetti Nýggja testamentið eftir heilt stuttari tíð. Fólkið hevði higartil einki skilt av prædikuni, tí prestarnir tosaðu latín. Tí var hetta, at sleppa at lesa á sínum egna máli, ein sera vælkomin gáva. Hetta var eisini við til, at lærdómur Luthers breiddist so skjótt. Prentsmiðjurnar, tær fáu ið vóru, kundu als ikki fylgja við. Bøkur til skúlabrúks, sálmar at syngja. Skriftir av øllum slag á týskum.

Málið mentist við rúkandi ferð.

Vit sóu lítla rúmið, har hann sat og skrivaði. Borðið og stólin. Merkið í vegginum, har teir halda, at hann tveitti blekkhúsið, tá okkurt gekk honum ímóti. Ikki sørt, at tú kendi søgunnar veingjasuð.

Múrurin millum Eystur- og Vesturtýskland fellur

Fjórða dagin høvdu vit frí og hugdu okkum um í Leipzig. Nøkur okkara fóru inn á eitt savn um Eysturtýskland frá tíðini fram ímóti, at múrurin fall. Sera áhugavert.

Vit vitjaðu eisini St. Nicolaikirkjuna, eina ta vakrastu eg havi sæð. Henda kirkja gjørdist miðdepil fyri friðarliga uppreistrinum, sum endaði við, at múrurin fall í 1989, og at Týskland aftur varð sameint árið eftir. Tey hava enn minningargudtænastur at takka fyri frælsið og sameining.

Tónaskaldið Bach

Seinnapartin fóru vit til konsert í St. Thomaskirkjuni. Har hoyrdu vit orgultónleik av Bach. Á gólvinum er ein minnispláta. Undir henni liggur Johann Sebastian Bach grivin. Eisini sang heimskenda dreingjakórið Thomanerchor. Fyri meg var vitjanin í hesi kirkjuni hæddarpunktið á túrinum.

95 tesur í Wittenberg

Fimta dagin, Dýra biðidag, koyrdu vit til Wittenberg. Har fóru vit til gudstænastu í Schlosskirche, Slotskirkjuni, har Luther á sinni sló sínar 95 tesur upp á kirkjuhurðina. Her inni liggur hann eisini grivin. Kirkjan var á tremur av fólki, so vit endaðu uppi á loftinum, har vit einki hoyrdu uttan ekkó. Men tað var í lagi, tí har var so nógv vakurt at hyggja at, bæði málningar og útbúnaður.

Hasar kirkjurnar eru ótrúliga vakrar.

Seinni fóru vit at vitja Lutherhaus. Hetta er gamalt munkakleystur, har Luther livdi og gjørdist munkur. Seinni, tá munkaskipanin varð avtikin, og munkarnir vóru farnir hvør til sítt við hesum nýggja boðskapinum hjá Lutheri, gav kurfúrstin Lutheri kleystrið til bústað.

Katharina von Bora

Luther giftist eini fyrrverandi nunnu, Katharina von Bora (1499-1552). Hon var eitt konubrot, sum var um Luther, og stýrdi einum stórum húsarhaldi við fastari hond. Saman fingu tey fleiri børn. Tey tóku eisini fátæk børn til fosturs, og har vóru gestir, sum komu og fóru. Ofta sótu tey fjøruti um borðið.

Hugvekjandi, at ganga inni í hesum húsunum og undir sama takið sum hesi fólk, ið livdu fyri so nógvum hundrað árum síðan, og sum hava havt so stóra ávirkan eisini her hjá okkum.

Føroysk gudstænasta

Vit endaðu við at hava eina føroyska gudstænastu í vøkru St. Mariukirkjuni har í Wittenberg.

Henda kirkja er serlig og verður nevnd móðurkirkja hjá luthersku reformatiónini. Í hesi kirkju ljóðaði á fyrsta sinni prædikan á týskum máli, og fyrsta altargongdin eftir nýggju skipanini var eisini her.

St. Mariukirkjan er á varðveitingarlistanum hjá Unesco.

Hetta var ein hugtakandi løta. Prestur prædikaði á føroyskum, meðan teksturin eisini varð lisin á týskum, so hini, sum inni vóru, eisini kundu skilja tað, ið sagt varð. Deknar og urguleikarar  vóru føroyingar, og sálmarnir, vit sungu, vóru týddir sálmar hjá Lutheri. Tó so at onkur hjá Mikkjali og Gøtutróndi eisini slapp upp í part.

Dagin eftir var aftur sett kós móti Føroyum við høvdinum fullum av upplivingum, sum fara at taka eina løtu at sodna.

Alt í alt ein ógvuliga gevandi og áhugaverdur túrur.

Sólrun Michelsen

 

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Ein ferðafrásøgn er merkt av, at tann sum skrivar, hevur verið á staðnum, og sigur okkum sannførandi frá ferðini. Vit fáa at vita um ítøkilig hús, støð og lutir, sum tann skrivandi hevur sæð. Í eini góðari ferðafrásøgn merkja vit eisini, at hin ferðandi hevur lisið uppá og kennir søguna um landið og staðin, sum ferðast verður til. Einastaðni sigur Sólrun, at tað var "ikki sørt, at tú kendi søgunnar veingjasúð." Hvat merkir tað, og hvat sipar hon til við hesum orðum í ferðafrásøgnini?

 

2 Hví fór Luther at týða Nýggja testamentið, og hvønn týdning fekk hansara arbeiði fyri 500 árum síðani, sambært Sólrun?

 

3 Oftast hoyra vit bara um Luther. Men Sólrun nevnir eisini konuna, Katharina von Bora. Hvat heldur Sólrun um konu Luthers?

 

4 Hvat var hæddarpunktið á túrinum hjá Sólrun?

 

5 Hvønn týdning hava egnar myndir í eini ferðafrásøgn? Kunnu tær stuðla uppundir ferðafrásøgnina, hóast tær eru vánaligar?

 

6 Skriva eina stutta frásøgn frá einum túri, har tú vart hugtikin av onkrum, sum tú sá. Tað kann vera í Føroyum ella í einum øðrum landi. Ein mynd skal vera við. Skriva í tátíð. Byrja við at siga frá, hvussu tú ferðaðist aftur og fram, og saman við hvørjum. Greið so frá tí, sum hugtók teg mest á ferðini. Deil ferðafrásagnirnar við øll í flokkinum. Lærarin velur tríggjar ferðafrásagnir, sum verða lisnar upp fyri flokkinum.

 

 

 

Rúmið, har Luther sat og skrivaði.
Týska búmerkið fyri Luther-haldið og týski parturin í Atlasinum hjá Námi. Til høgru eru kona Luthers og vinmenn hansara settir inn í Luther-rósuna. Myndin er úr teknirøðini "Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin" (Nám 2017).
Føroysk gudstænasta í St. Mariukirkjuni í Wittenberg. Ovi Brim, sóknarprestur á Nesi, prædikar.
Fyrr í ár varð ein týskur sjónvarpsfilmur gjørdur um konu Luthers. Heitið er "Katharina Luther" og Karoline Schuch hevur høvuðsleiklutin. Hon sæst mitt fyri á myndini í ljósum kjóla.
Aftast í teknirøðini "Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin" (Nám 2017) er eitt kort, sum vísur týdningarmikil støð í sambandi við lív Luthers og tað, sum elvdi til reformatiónina.
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017