• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Vár Guð er føst og haldgóð borg

 

Martin Luther yrkti Vár Guð er føst og haldgóð borg í 1529. Týska upprunaheitið var tá Ein feste Burg ist unser Gott.  Hetta er fyrsti týski sálmur hjá Luther og hin kendasti frá honum. Jákup Dahl (1878-1944) hevur týtt sálmin, sum er nummar 255 í føroysku Sálmabókini.

Sálmurin er eitt mótmæli, sum úr Sálmi 46 í Gamla testamenti byggir á kreftir, ið umboða gott og ilt á døgum Luthers.

”Fjandin” verður nevndur í fyrsta ørindi, og hann fær seinni onnur nøvn og lýsingar.

Sálmurin hevur fýra ørindi, ið eru endurgivin niðanfyri.

Fylgið við í tekstinum, meðan sungið verður í upptøkuni, sum Kringvarpið gjørd í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin 7. juli í 2013, tá 50 ára hátíðargudstænasta var.

 

Sálmateksturin 

1. Vár Guð er føst og haldgóð borg,

har vit væl vardir standa,

hann hjálp vár var í hvørji sorg,

vár vernd í hvørjum vanda;

nú fjandin vreiður er

og fram við grimdum fer,

hann roynir svikaráð

og okkum herjar á,

ei finst á jørð hans líki.

 

2. Vár egin kraft so lítil er,

at brátt berst tap í hendi;

men ein í stríð við okkum fer,

sum Guð við veldi sendi.

Tað Harrin Jesus er,

ið ein av øllum ber,

ei annar Guð er til,

hann okkum hjálpa vil,

hann víst man valin halda.

 

3. Um djevlum uddi verøld í,

sum okkum vildu týna,

vit óttast ongan vanda, tí

teir sjálvir skulu dvína;

um myrkurs púki vil

alt illmegn leggja til,

hann einki vinna man,

tí áður dóm fekk hann,

eitt orð kann brátt hann fella.

 

4. Hvør fíggindi skal ótøkk fá,

hvørt orð várs Guðs skal standa,

tí Harrin gongur okkum hjá

við hjálp og halgum anda.

Og taka teir várt lív,

fæ, frælsi, barn og vív,

í Guðs frið, hvussu fer,

tað teimum gagn ei ger,

Guðs ríki okkum ognast!

 

Um sálmin:

Olivia W. Hansen (Nám 2008) sigur soleiðis um sálmin:

Í byrjanini av 1500 talinum var latín kirkjumálið. Alt uttan prædikan var á látíni. Sjálvt um vanlig fólk ikki skiltu eitt orð av tí, sum varð sagt, vóru børnini doypt á latíni. Presturin las á latíni úr Bíbliuni, og altargongdin fór eisini fram á latíni. Sálmarnir vóru somuleiðis á latíni, og bara kirkjukórið sang. Tað vanliga kirkjufólkið slapp ikki at syngja við. Har sótu tey so og fingu ikki nógv við, av tí íð hendi í Kirkjuni.

Um nýggjársleitið í 1524 skrivaði týski presturin Martin Luther (1483-1546) til ein vinmann, at hann ætlaði at gera týskar sálmar til fólkið, fyri at Guðs orð kundi vera í fólkinum við hjálp frá sanginum. Luther royndi at finna yrkjarar, men striltið gekst, tí antin dugdu teir ikki, ella tordu teir ikki. Tað var heldur ikki gamansleikur at seta seg upp móti teirri katólsku kirkjuni og pávanum, sum segði, at latín var kirkjumálið.

Luther fór síðani sjálvur at skriva sálmar. Fyrsti sálmurin, Luther skrivaði á týskum, var Vár Guð er føst og haldgóð borg, og er hetta ein umyrking av 46. Sálmi í Gamla testamenti.

Sálmurin gjørdist eitt slag av mótmælissálmi hjá viðhaldsfólkið Luthers, sum vórðu kallað lutheranarar ella protestantar. Tað hendi fleiri ferðir, at kirkjufólkið skar í at syngja undir prædikuni og køvdi teir katólsku prestarnar, sum vóru ósamdir við Luther.

Vandi var fyri uppreistri. Luther mótmælti læruni og tí mátanum kristindómurin varð útinntur í tí katólsku kirkjuni, sum hann segði, hvørki tænti fólkinum ella Várharra.

Hetta var vandafult, tí Luther kundi verða lýstur í bann av pávanum. At verða lýstur í bann er at verða útihýstur úr kirkjuni, og eftir katólskari hugsan eisini útihýstur úr himmalinum. Luther varð bannlýstur í 1520, og í 1521 var hann eisini gjørdur útlagin.

Tað var vælvild frá Fríðriki hinum Vísa, at Luther kom undan við lívinum, tí fúrstin flutti Luther burtur og goymdi hann á sínari borg.

Arbeiðsuppgávur: 

 

1. Syngið sálmin og leggið til merkis, hví hann er eitt mótmæli.

 

2. Samtalið um:

 

a) 1. ørindi: Hvør er fjandin?

 

b) 2. ørindi: Men ein í stríð við okkum fer, hvør er hann?

 

c) 3. ørindi: Hvørjir eru djevlarnir?

 

d) Hvør er púkin?

 

e) Hví fær tað illa ikki valdið?

 

f) Greið frá 4. ørindi.

 

 

3. Siðaskiftið (Reformatiónin)

 

a) Nær fór skiðaskiftið (reformatiónin) fram í Føroyum?

 

b) Hví kom siðaskiftið (reformatiónin)?

 

c) Hvussu fór siðaskiftið (reformatiónin) fram?

 

d) Hvat gjørdist kirkjumálið í Føroyum við skiðaskiftinum (reformatiónini), og hví bleiv tað á henda hátt?

 

e) Nær fekk kirkjumálið ta støðu, tað hevur í dag? 

 

 

Upptøka, sum Kringvarpið gjørdi í Christianskirkjuni í Klaksvík sunnudagin 7. juli í 2013, tá 50 ára hátíðargudstænasta var.

Sjaldsamt prent við fyrsta týska sálmi Luthers, sum er nummar 255 í føroysku Sálmabókini.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017