• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Luther doyr

 

Luther doyði á einari semingsferð í 1546. Tveir greivar í Mansfeld vóru ósamdir, og Luther varð boðsendur at verða semingsmaður.

Hóast heilsan ikki var góð, fór hann avstað í januar. Á ferðini gjørdist Luther sjúkur, og hóast hann var seingjarliggjandi, helt hann fýra prædikur.

Hin 18. februar doyði Luther í sama býi, har hann varð føddur, 62 ár framman undan, í Eisleben.

Børan varð førd til Wittenberg, og 20. februar, varð hann jarðaður úr slotskirkjuni í býnum. Har liggur Luther beint undir prædikustólinum við síðuna av vininum, Philipp Melanchthon,

Á koparplátuni, ið er sett yvir grøvina hjá Luther, lesa vit, at hann bleiv 63 ár, tveir mánaðir og tíggju dagar gamal. Tað er ikki heilt rætt. Hann gjørdist 62 ár, tríggjar mánaðir og átta dagar gamal.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvar doyði Luther?

 

2 Hvar liggur Luther grivin?

 

3 Hvussu gamal bleiv Luther?

 

4 Hvør týdningur er í at hava rættar upplýsingar í søguligum keldum?

 

 

 

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017