• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Luther og katólska kirkjan

 

Luther og tann katólska kirkjan vóru ósamd á fleiri økjum: um pávan, prestarnar, halgimenni og tað at fara í kleystur.

 

Pávin

Katólska kirkjan lærir, at pávin er eftirmaður Pæturs á jørð. Grundin til hetta er at finna í Nýggja testamenti. Jesus og lærusveinarnir talaðu saman, og lærusveinarnir siga, at fólk hava ymisar meiningar um, hvør Jesus er.

Jesus spurdi lærusveinarnar: "Hvønn siga tit meg at vera?"

“Tá mælti Símun Pætur og segði: Tú ert Kristus, sonur hins livandi Guds. Jesus svaraði og segði millum annað við Pætur: Tú ert Pætur (tað merkir: ein klettur), og á hesum kletti vil eg grunda kirkju mína, og helheims portur skulu ikki fáa vald á henni. Eg vil geva tær himmiríkisins lyklar, og tað, sum tú bindur á jørð, skal vera bundið í himli, og tað, sum tú loysir á jørð, skal vera loyst í himli.”

Út frá hesum meta katolikkar, at pávin hevur fingið sín myndugleika sum Guðs umboðsmaður á jørð.

Luther segði, at katólska kirkjan hevði misskilt hetta.

Jesus byggir ikki sína kirkju á menniskjað Pætur, men á játtanina hjá Pæturi, Jesus Kristus Guds son. Luther meinti somuleiðis, at tað var ein stór misfatan, at pávin, ella nakað annað menniskja, kundi gera av, hvør, slapp í himmalin.

"Nei," segði Luther. "At geva pávanum tílíka makt, var nakað, sum menniskjuni sjálv høvdu funnið uppá!"

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat lærir katólska kirkjan um pávan?          

 

2 Hvat helt Luther um pávan?  

 

Prestarnir

Prestarnir hava eina serstøðu í katólsku kirkjuni. Kirkjan metir, at teir við prestavígsluni, fáa lut í serligum evnum og mátti at umsita sakramentini, og harvið at kunna boða menniskjum, at Guð fyrigevur teimum syndir teirra.

Luther segði, at einki menniskja í meinigheitini ella á jørð, hevði fingið serlig guddómlig evni, til at kunna ráða yvir øðrum. Hann segði, at øll, ið eru vorðin doypt, eru vígd til prest, biskup, ja enntá páva. At øll eru prestar merkti eisini, at fólk ikki noyðast at venda sær til prestin, sum teirra vegna, vendi sær til Gud. Nei, fólk kundu sjálvi venda sær til Kristus uttan millummann. Tað kallar Luther fyri tann vanliga prestaskapin.

Við síðuna av tí vanliga prestaskapinum er eitt serligt prestaembæti. Tað var tann vígdi presturin í meinigheitini. Hann er kallaður til at boða evangeliið og at umsita sakramentini. Tað serliga í hansara starvi er, at hann er tænari hjá meinigheitin.

 

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat meinti katólska kirkjan var serligt við prestavígsluni?

2 Hvat meinti Luther við, tá hann tosaði um tann vanliga prestaskapin?’

3 Hvørja uppgávu segði Luther, at presturin hevði í meinigheitin?

 

Halgimennini

Katólska kirkjan hevur nógv halgimenni.

Halgimenni eru persónar, sum hava livað eitt serliga gudrøkið lív. Tað eru nógvar søgur um teirra lív. Ofta vóru tey søgd at hava gjørt undur, meðan tey vóru á jørðini. Fólk gjørdu, og gera enn, pílagrímsferðir til teirra gravstøð, og eisini har kundu undur fara fram.

Tað fremsta halgimenni er Maria moy, sum Gud hevði valt at verða mamma Jesus.

Halgimenni hava hvørt sítt serliga øki, har tey hjálptu. T.d. kunnu fiskimenn biðja til Pætur um hjálp. Og Luther bað sjálvur til hina Heilagu Onnu, tá hann var illa staddur í illveðri.

Fólk tilbóðu halgimennini og bóðu tey hjálpa sær úr neyð. Mangan varð biðið til halgimennini í staðin fyri at biðja til Gud.

Luther segði, at sjálvandi skuldu vit æra Mariu sum tað menniskja, ið Gud valdi til eina serliga uppgávu, men hon skuldi ikki vera tilbiðin.

Viðvíkjandi halgimennunum, so kunnu vit læra av trúgv, lívi og gerðum teirra. Tey kunnu vera góðar fyrimyndir hjá okkum, men Bíblian sigur, at tað er Gud eina, vit skulu tilbiðja. Bara hann hevur lovað at hoyra okkara bønir. Soleiðis lærdi Luther.

 

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat er fremsta halgimenni í katólsku kirkjuni?

 

2 Hvat kunnu vit nýta halgimenni til?

 

3 Hví helt Luther, at vit ikki skulu biðja til halgimennini?

 

 

At fara í kleystur

Í katólsku kirkjuni var tað hildið at vera serliga gudrøkið at fara í kleystur. Á tann hátt bar til at víða sítt lív til at tæna Gudi.

Tað var ikki altíð, at fólk sjálvi høvdu valt at fara í kleystur. T.d. hevði familjan hjá Katharinu von Bora gjørt av, at hon skuldi fara í kleystur. Eisini var vanligt, at næstelsti sonurin fór í kleystur, tí arvalógin var soleiðis, at elsti sonurin arvaði alt. Um tað tíðina vóru ómetaliga nógv kleystur.

Luther hevði sjálvur givið munkalyfti, men valdi at fara úr kleystrinum aftur. Hann giftist eisini við eini fyrrverandi nunnu. Luther helt ikki, at fólk skuldu taka seg burtur úr verðini, fyri at liva í einum kleystri. Hann helt, at fólk skuldu røkja sítt borgarliga arbeiði, har tey vóru sett, tí tá gjørdu tey Guds vilja.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hví fóru fólk í kleystur?

 

2 Hvat helt Luther um tað, at fara í kleystur?

 

 

Orðafrágreiðingar:

Kleystur: búðstaður hjá munkum og nunnum.

Munkalyfti: Ein munkur mátti lova at halda ymiskt, t.d. at verða lýðin mótvegis abbatanum (tí hægsta munkinum í kleystrinum), at liva restina av lívinum í kleystri, at liva í fátækadømi og at tæna felagsskapinum.

At umsita sakramentini: at hava, ella at fremja altargongd og dóp á rættan hátt.

Vatikanska flaggið
Altargongd
Dópur
Maria moy
Kleystur
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017