• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Pávabræv

 

Tær 95 tesurnar og aðrar skriftir, ið Luther skrivaði ímóti katólsku kirkjuni, vóru skjótt kendar millum fólk, og elvdu til mikið kjak.

Hetta fekk øði í pávan í Róm.

Pávin Leo X sendi Luther eina bullu, sum er eitt serliga álvarsamt pávabræv. Í brævinum verður Luther biðin at taka alt aftur.

Heilt nágreiniliga skal Luther innan 60 dagar taka allar skriftir og ákærur móti kirkjuni aftur.

Aktar Luther ikki pávan, so verður hann lýstur í bann, og útihýstur úr katólsku kirkjuni, sum varð søgd at vera einasti vegur til frelsu.

Rómverska kirkjan hevði sum loysunarorð: ”Uttanfyri kirkjuna eingin frelsa!”.

Tann, sum lýstur varð í bann, varð hildin at vera útihýstur í himlinum eisini.

Luther fekk pávabrævið 15. juni í 1520, frá einum sendimanni hjá pávanum.

Bannlýsing

Hin 10. desember í 1520 savnaði Luther nakrar studentar uttanfyri býin Wittenberg. Har brendu teir pávabrævið saman við nøkrum lógbókum hjá pávanum.

Hervið hevði Luther endaliga kvett og slitið við katólsku kirkjuna.

Tann 3. januar í 1521 varð Luther lýstur í bann av pávanum Leo X.

 

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat helt katólska kirkjan um seg sjálva á døgum Luthers?

 

2 Hví var tað so vandamikið at verða lýstur í bann?

 

3 Hvat gjørdi Luther, tá hann varð hóttur við bannlýsing?

 

 

 

Brot úr málningi hjá italska renessansumálaranum Rafael av pávanum Leo X í 1518.
Luther og vinfólk brenna boðini frá pávanum 10. desember í 1520.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017