• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Rættvísgjørdur av trúgv

 

Katólska kirkjan lærdi, at tað vóru tvey viðurskifti, ið høvdu týdning fyri frelsuna hjá fólki. Tey vóru trúgv og góðar gerðir. Tað var ikki nóg mikið bara at trúgva. Tú mátti eisini gera góðar gerðir. Tí fóru tey, ið vóru í kleystri, eins og vanlig fólk, at gera góðar gerðir.

Heima hevði Luther lært um ein strangan Gud, sum var ein rættvísur dómari. Luther ræddist Gud, sum hann helt vera óðan við seg, tí hann syndaði.

Kleystrið, sum Luther nú var farin at ganga í, var strangt og kravdi nógv av munkunum. Luther royndi at gera alt tað, sum kleystrið kravdi. Men samstundis leitaði hann eftir einum miskunnsomum Gudi.

Katólska kirkjan legði stóran dent á góðar gerðir, at játta sínar syndir og at gera bót. Luther álegði sær sjálvum bót, føstu, góðar gerðir og annað, sum varð hildið at vera gott í Guds eygum. Men einki hjálpti, hann kendi seg glataðan. Tann stóri spurningurin var: Hvussu finni eg ein miskunnsaman Gud, ein Gud, sum er mildur og blíður við meg, og sum ikki revsar meg?

Upplivingin í torninum í 1518

Meðan Luther sat og granskaði skriftirnar í torninum í kleystrinum, fekk hann eina uppliving. Hann las í Rómverjabrævinum í Nýggja testamenti, har skrivað stendur: ”Men hin rættvísi skal liva av trúgv.”

Luther skilti tá, at menniskjan kann ikki við egnari megi, gudsdyrkan og góðum gerðum, gerast rættvís. Ella sagt á ein annan hátt: menniskjan kann ikki frelsa seg sjálva. Tað er Gud, sum er so góður við menniskjuna, at hann fyrigevur henni alt. Tað einasta, menniskjan skal gera, er at trúgva á Kristus, og tað hann gjørdi. Menniskjan hevur ikki uppiborið frelsuna. Gud rættvísger menniskjuna av náði og miskunn fyri Kristi gerningar skuld eina. Tað var niðurstøðan, sum Luther kom til.

Eftir hetta segði Luther, at góðar gerðir kundu ikki frelsa menniskjuna. Trúgvin skuldi elva til, at fólk gjørdu góðar gerningar. Luther segði, at trúgv uttan gerningar er ein deyð trúgv.

Arbeiðsuppgávur: 

 

1 Hví helt Luther, at Gud var óður við seg?

 

2 Hvussu helt Luther at hann kundi fáa Gud blíðan aftur?

 

3 Hvat var tað, sum Luther bleiv greiður yvir í torninum?

 

 

Orðafrágreiðingar:

Rættvísgjørdur: At fáa syndafyrigeving. Gud sigur, at handa menniskjan er uttan synd og fær onga revsing.

Frelstur: Tað at vera loystur frá synd og glatan.

Bót: At gera góðar gerðir, tí at ein angrar syndirnar.

Góðar gerðir: Kundu t.d. vera at geva kirkjuni pening, hjálpa neyðstøddum, biðja bønir, arbeiða hart arbeiði, at revsa seg sjálvan við ikki eta, liva í tøgn ávísar tíðir, ella at fara á eina pílagrímsferð.

Miskunnsamur Gud: Ein Gud, sum sýnir náði, ein Gud, sum er góður við menniskjuna, sjálvt um hon ikki hevur tað uppiborið.

Lucas Cranach, eldri, hevur umleið 1520 gjørt hesa radering av Martini Luther, meðan hann er augustinaramunkur.
Tornið í Lutherhaus í Witteneberg. Húsið er bygt í 1504 og er í dag á listanum hjá UNESCO yvir varðveitingarverd hús. Her búi Luther leingi, eisini tá hann skrivaði tær 95 tesurnar.
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017