• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Ríkisdagurin í Worms

 

Í apríl í 1521 varð ríkisdagur hildin í Worms. Tað var fyrstu ferð, at tann 21 ára gamli Karl V trein fram sum týsk-rómverskur keisari.

Hann hevði stóra makt.

Framman undan hevði hann arvað Eysturríki og Niðurlond frá pápanum. Hann var eisini spanskur kongur og uppaldur sum ein góður katolikkur. Tí var Karl V væl við pávan í Róm, sum hevði krýnt hann til keisara.

Luther varð lýstur í bann, tí at hann vildi ikki taka skriftirnar aftur. Hann var vorðin ein stórur trupulleiki hjá keisaranum. Pávin vildi hava hendur á Luther, og vildi hava hann til Róm. Har skuldi hann standa til svars fyri tað, ið hann hevði sagt.

Fór Luther til Róm, var tað heilt greitt, at hann ikki slapp við lívinum. Hann fór at verða dømdur sum trúarvillingur og brendur á báli.

Her máttu politiskar snildir til, tí keisarin visti eisini, at lat hann Luther, sum var eitt slag av tjóðarhetju, brenna á báli, so fekk hann ikki stuðul frá fólkinum.

Fúrstin, Fríðrikur Vísi, vildi verja Luther. Hann helt fast við, at Luther skuldi dømast av einum týskum dómstóli, áðrenn hann var lýstur friðleysur.

Fúrstin fekk sín vilja.

Keisarin tryggjaði, at Luther skuldi hava frítt at fara bæði til og frá Worms.

Partamennirnir hjá Luther ráddu honum frá at fara til Worms, men Luther segði: “Eg fari til Worms, um tað eru eins nógvir djevlar har, sum tað eru taksteinar á húsunum”.

Luther fór til Worms, og ferðin verður lýst sum ein sigursferð. Alla staðir har hann kom fram heilsaðu fólk honum.

Dagin eftir at Luther var komin til Worms, varð hann kallaður inn fyri Ríkisdagin. Har lógu hansara skriftir á rað og rekkju.

Erkibiskupurin spurdi Luther, um hetta vóru hansara skriftir, og Luther játtaði, at skriftirnar eru hansara. Luther varð biðin um at taka skriftirnar aftur, men eftir ráðum frá sakførara sínum, bað hann um umhugsunartíð. Hann fekk freist til dagin eftir.

Dagin eftir, 18. apríl, stóð Luther aftur fyri ráðnum, og erkibiskupurin spurdi sama spurning. Luther svaraði og grundgav fyri, hví svarið ikki var so einfalt, tí talan er um ymisk sløg av skriftum. Men, segði hann, at varð hann ikki sannførdur av vitnisburði úr skriftini, ella øðrum klárum grundum, kundi hann ikki taka nakað aftur.

Luther segði, at hansara samvitska var bundin av Guds orði. Tað var vandamikið og skeivt at gera ímóti samvitskuni, segði Luther og endaði við orðunum: “Guð hjálpi mær, Amen!”

Nú vendist ikki aftur, tí Luther tók ikki skriftirnar aftur. Hann bleiv tí dømdur friðleysur. Men keisarin hevði lovað honum frítt at fara úr Worms.

Arbeiðsuppgávur: 

 

1 Hví var Luther vorðin ein trupulleiki hjá keisaranum?

 

2 Hví vildu vinirnir ikki at Luther skuldi fara til Worms?

 

3 Hvat svaraði Luther vinunum?

 

4 Tók Luther skriftirnar aftur, so sum hann var biðin?

 

 

Orðafrágreiðing:

Trúarvillingur: Ein persónur, sum ikki fylgir tí almennu læruni, sum kirkjan ásetur.

Anton von Werner (1843-1915) málaði Luther, tá hann møtti í ríkisdegnum í Worms 17. og 18. apríl í 1521.
Úr teknirøðini "Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin" (Nám 2017)
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017