• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Tær tvær yvirvøldirnar

 

Luther segði, at Gud stýrir menniskjunum við tveimum yvirvøldum. Einari verðsligari yvirvøld og einari andaligari yvirvøld. Báðar eru settar av Gudi, og menniskjuni skulu akta tær báðar, sigur Luther.

Luther samanber tær við Guðs vinstru og høgru hond, ella við lógina og náðina.

Hesar báðar yvirvøldirnar skulu ikki blandast saman. Tær hava hvør sína uppgávu, og skulu ikki blanda seg í týdningin hjá hvørji aðrari.

Í tí verðsligu yvirvøldini ráða keisarar og fúrstar. Tað er tann politiska maktin, hon skal stýra tí borgarliga lívinum hjá fólki. Har ráða løgfrøðiligar lógir, og fólk verða revsað, um tey ikki halda landsins lógir.

Í tí andligu yvirvøldini ræður kirkjan. Hon stendur fyri tí andliga partinum av lívinum hjá fólki. Her eru tað evangeliini, tað vil siga náðin, ið ráða. Á tí andliga økinum er tað orðið, náðin, miskunn og kærleiki, ið verður boðað, so fólk kunnu koma til trúgv.

Á myndini síggja vit rættvísisinsgudinnuna Justitiu, sum sveimar yvir prestinum, sum er tann andaliga yvirvøldin, og fúrstanum, sum er tann verðsliga yvirvøldini. Niðast síggja viti ein bónda.

Arbeiðsuppgávur:

 

1 Hvat ítøkiligt samanber Luther tær tvær yvirvøldirnar við?

 

2 Hvat mann bóndin á myndini hugsa?

  

3 Hvør er tann almenna kirkjan í Føroyum?

  

 

Orðafrágreiðing:

Yvirvøld: Stjórnin í landinum; tey, ið stýra.

Vatnlitamynd 1566
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017