• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Við Tórði og Lutheri á túri

 

Hvønn mánadag er útvarpssendingin ”Við Tórði á túri”. Sendingarnar eru úr føroyskum bygdum og býlingum.

Men í hesari sendingini, "Við Tórði og Lutheri á túri", er útvarpsmaðurin og verturin, Tórður Mikkelsen, saman við 120 føroyingum á ferð í Týsklandi.

Orsøkin til ferðin er, at í heyst fara 500 ár at vera liðin, síðan Luther skrivaði 95 tesur og sló tær upp á kyrkjudyrnar í Wittenberg. Tá byrjaði reformatiónin.

Í ferðafrásøgnini, sum varar 58 minuttir, førir útvarpsmaðurin okkum runt í Týsklandi saman við føroyingum í fótasporum Luthers.

Uppgávur:

 

1 Hvussu kunngjørdi Luther tær 95 tesurnar?

 

2 Nær varð prentkynstrið uppfunnið?

 

3 Hvønn týdning fekk prentkynstrið fyri útbreiðsluna av Bíbliuni og arbeiðnum hjá Luther?

 

4 Í útvarpssendingini hoyra vit um Eysturtýskland. Nær blivu Eysturtýskland og Vesturtýskland sameind?

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017