• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Álvarsamasta mál á tingi

Tá fyrsta viðgerð var í Løgtinginum av ætlaðu broytingunum í hjúnabandslógini, segði Jógvan á Lakjuni, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, at málið verður ein sonn kollvelting av øllum samfelagnum, um tað verður samtykt.

Løgtingslimurin segði í taluni: ”Tað er ein hægri myndugleiki, sum hevur ásett virðisnormarnar, og Hansara absoluttar eru bindandi bæði fyri tað vanliga menniskjað og sanniliga eisini fyri allar myndugleikapersónar.”

Her sæst øll talan hjá løgtingsliminum

 

Uppgávur:

1.       Hvat meinar løgtingslimurin við, tá hann sigur, at málið um hjúnabandslógina er ”álvarsligasta mál, ið nakrantíð hevur verið á løgtingi”?

2.       Hvat meinar løgtingslimurin við, tá hann vísir til ein hægri myndugleika, og skrivar Hansara við stóra H?

3.       Hvat heldur løgtingslimurin um hevd og humanismu?

 

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017