• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Trýst á myndina, og hon verður størri

Heimsins besta pressumynd í 2015

Kringvarpið sigur í februar í 2015, at hetta er heimsins besta pressumynd, World Press Photo of the Year. Myndina hevur Mads Nissen á donsku avísini Politiken tikið.

Røddin í Kringvarpinum ber í januar í 2014 hesa søgu um ein ríkmann í Hongkong, sum vil geva milliónir til tann, sum kann umvenda lesbisku dóttrina.

 

Uppgávur

1. Hvat síggja vit á ársins pressumynd í 2015?

2. Greið frá, hví henda myndin mundi vinna kappingina. Leitið á netinum og roynið at finna grundgevingar hjá dómsnevndini at velja júst hesa mynd sum heimsins bestu.

3. Spyrjið ein pressufotograf, hvat eyðkennið er fyri eina góða pressumynd. Finnið dømi um ringar og góðar pressumyndir.

4. Ber ársins pressumynd í 2015 saman við innihaldið í tíðindastubbanum um pápan í Røddini, sum vil umvenda lesbisku dóttrina.

5. Er tað ein sjúka at vera samkynd(ur)?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017