• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:

Samkynd vampýrsøga

 

Á sumri í 2014 var ein 130 ára gomul týsk vampýrsøga, Manor, løgd fram í føroyskari týðing á Býarbókasavninum í Havn.

Søgan fer fram í Føroyum, og rithøvundur er Karl Heinrich Ulrichs (1825-1895).

Í stuttsøguni lýsir hann eitt eksotiskt ævintýraland.

Manor á føroyskum

Manor á týskum

Manor á enskum


Uppgávur:

1. Er nakað í søguni, sum bendir á, at rithøvundurin, ið skrivaði søguna, Manor, hevur verið í Føroyum og savnað upplýsingar?

2. Metið um søguslagið og setið søguna inn í eina bókmentanarliga hevd.

3. Lesið Facebook-boðini um upplestur úr føroysku bókini Manor. Hvar fer upplesturin fram? Hvørja siðvenju og hvønn tulkingarfelagsskap skrivar søgan seg nú inn í?

4. Metið um føroysku myndirnar í bókini Manor. Stuðla tær upp undir søguna, ella víðka tær um fatanina av søguni á føroyskum?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017