• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
Óli Petersen, vp.fo 2016
Tín innnari gjeikari, Eg elski Førjar 2008
Glíðibreytin
Jens Klæmint, Dimmalætting 2016

Skemt og samkynd

 

Longst til vinstru sæst skemtitekningin, sum Óli Petersen hevði á Vágaportalinum, eftir at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina varð samtykt.

Næst við, her til vinstru, sæst skemtitekningin, sum Jens Klæmint hevði í Dimmalætting, eftir at uppskotið um at broyta hjúnabandslógina varð samktykt.

Skemtiportalurin InfoPortalurin hevði samstundis hesi tíðindi, sum at síggja til eru verulig.

Skemtararnir Pipar og Salt hava í teirra framførslum nomið við samkyndleika. Í sjónvarpssendingi E Elski Førjar sæst Sjúrður Skaale við sanginum Tín innari gjeikari.

Niðasta skemtitekning er amerikansk og í fýra pørtum, sum lýsa hvør sítt ár og kjakevni.

 

Uppgávur:

1. Kenna vit nakran persón aftur á skemtitekningini hjá Óla Petersen?

2. Hvør er myndateksturin, og hvussu skal hann skiljast?

3. Kenna vit nakran persón aftur á skemtitekningini hjá Jens Klæminti?

4. Hvør er glaður, og hvør er keddur?

5. Hvussu kunnu vit vita, at Inforportalurin er skemt, og ikki er ein seriøsur tíðindamiðil?

6. Er skemt óseriøst? Hevur skemt nakran tilverurætt í almenna rúminum, tá vit kjakast um álvarslig mál? Er nakað mark fyri skemti, nær tað hóskar seg og ikki?

7. Kann skemt kennast forloysandi, tá mál sum til dømis samkyndleiki, eru trupul at tosa um?

8. Skriva í einum setningi, hvat amerikanska skemtitekningin, sum er í fýra pørtum, sigur. Er tekningin skemt ella álvari?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017