• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald
Tú ert her:
 

Til gerandis

Í miðlunum hava fleiri søgur verið, sum lýsa persónar og teirra fatan av at vaksa upp í einum samfelag, har tey ikki hava kent seg at hava heimarætt, tí teirra kynsliga sannføring ikki hevur verið mett sum vanlig.

Í forsíðugrein 6. mai í 2016 tosar Sosialurin við unga gentu, sum er trúgvandi og samkynd.
Les greinina

Í somu útgávu av Sosialinum er drúgv lýsing av manni úr Hoyvík, sum býr saman við amerikanska manninum í California. Saman hava teir ein son.
Les greinina

Í dagdvøljugrein í Dimalætting 6. mai í 2016 verður orðið at spretta brúkt: 15 kend fólk sum spruttu.
Les greinina

Í Dimmalætting 6. mai í 2016 sigur Eiler Fagraklett frá um at vera samkyndur, og at hava staðið á odda fyri LGBT í Føroyum.
Les greinina

Í Útvarpssendingini Tað vóru eingi líka sum eg sigur ein samkyndur maður frá um egna tilveru, nú hann er farin at lesa gudfrøði.
Lurta eftir sendingini

Í ungdómssendingini Røddin er ein maður, sum í 2013 skrivar, at hjúnabandið er eitt persónligt mál. Hann, ið skrivar, vil hava somu karmar fyri øll. Undir greinini ber til at viðmerkja.
Lurta eftir sendingini

Í útvarpssendingini Summarmorgun í 2014 verður prátað við tveir ungar menn, sum eru sjúkrarøktarfrøðinæmingar. Arbeiðsøkið er kvinnufak burturav, og fólk halda, at teir eru samkyndir.
Lurta eftir sendingini

Amerikanski sendimaðurin í Keypmannahavn hevur vitjað í Føroyum. Hann er kendur fyri at hava savnað flest pengar nakrantíð til eitt amerikanskt forsetaval, og so er hann nýliga giftur.
Hygg eftir sendingini

 

Uppgávur:

1. Sig frá, hvat samband frásøgupersónurin í forsíðugreinini í Sosialinum 6. mai í 2016 hevur við trúarlív, og hvat hon hevur lært í sunnudagsskúla.

2. Hví heldur sami frásøgupersónurin, at sterk fólk sum Sonja og Eiler eiga lívið í henni? Hvørji eru tey?

3. Í drúgvari samrøðu í Sosialinum 6. mai í 2016 verður ein hoyvíkingur lýstur. Hví kendi hann seg noyddan at flyta av landinum sum 21 ára gamal? Hvar býr hann nú?

4. Hvat sigur hoyvíkingurin um at ala upp børn í samkyndum parlagi?

5. Hvat merkir yvirskriftin í Dimmalætting 6. mai í 2016: 15 kend fólk sum spruttu?  

6. Hvussu gamal var Eiler, sambært Dimmalætting 6. mai í 2016, tá hann fortaldi mammuni at hann var samkyndur?

7. Í somu grein verður greitt frá um gamla Friðarbogan og nýggju rørsluna LGBT Føroyar. Hvørja strategi valdi nýggja rørslan at náa sínum máli? Hvør var munurin? Hvat heldur tú um hesa ætlanina?

8. Í útvarpssendingini frá 2016 Tað vóru eingi líka sum eg verður uppvøkstur og átrúnaður viðgjørdur. Lýs gerandisdagin hjá frásøgupersóninum í dag?

9. Hvat er grundsjónarmiðið hjá frásøgupersóninum, sum skrivar til Røddina í 2013? Hvat heldur tú um møguleikan at svara og kjakast á netinum?

10. Hvat gera teir báðir ungu menninir til gerandis í útvarpssendingini Summarmorgun í 2014? Hvussu verða teir fataðir, tá umræður kynsliga sannføring?

11. Í seinasta dømi, sum er sjónvarpssending frá 2013, møta vit amerikanska sendiharranum í Keypmannahavn. Hvør er hansara kynsliga sannføring? Fata vit ein sendimann annarleiðis, um vit vita at hann er samkyndur ella ei?

 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2017