Átrúnaður og politikkur
Arni Zachariasen, master í gudfrøði og umboð fyri felagsskapin "Ja til hjúnabandið", og Heini í Skorini, master í religiónsvísundum, phd lesandi og undirvísari í mannarættindum á Fróðskaparsetrinum, kjakast tann 10. mai í 2016 um trúgv og politikk.
Sjónvarpaða kjakið verður sent í kjalarvørrinum á samtyktini í løgtinginum um at broyta hjúnabandslógina.
Vertur er Liljan Weihe, sum er tíðindaleiðari í Kringvarpinum.
Sendingin varir 27 minuttir.
Hyggið eftir allari sendingini í felag í flokkinum, og loysið tær 5 uppgávurnar niðanfyri.
Uppgávur:
1. Í hvønn mun eru Arni og Heini samdir í kjakinum í Kringvarpinum 10. mai í 2016, tá umræður avleiðingar av at fremja broytingar í hjúnabandslógini?
2. Hvussu brúka løgtingslimir Bíbliuna og kristindóm í politiskum retorikki, sambært Heina?
3. ”Eitt etiskt touch” sigur verturin í Kjaksendingini. Hvat meinar hon við?
4. Hvat halda Arni og Heini um orðið ”glíðibreyt” í kjaksendingini?