Skip to main content

Hjúnabandslógin er avgerandi fyri stevið

Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum og politiskur viðmerkjari, sigur í hesuminnslagi í Degi og Viku 28. apríl í 2016, at málið um broytingar í hjúnabandslógini er avgerandi fyri stevið í samgonguni, hóast tað ikki er eitt samgongumálresearch paper about dreams te and tm modes homework help how to write conclusion essay bridal business plan.

Georg L. Petersen, blaðstjóri á Dimmalætting og politiskur viðmerkjari, sigur í hesum innslagi í Degi og Viku 12. mai í 2016, at tað er ryggleyst av borgarstjóranum í Havn, sum eisini er løgtingstinglimur, at rýma undan endaligu atkvøðigreiðsluni um broytingar í hjúnabandslógini.

Uppgávur:

1. Hvørjir eru samgonguflokkarnir?

2. Hvar stendur arbeiðssetningurin hjá samgonguni?

3. ”Tungir dreingir” er ein vending, sum verður brúkt í fyrra innslagnum. Hvat merkir tað?

4. Tá politiska støðan er ógreið, ella ein fótbóltsdystur er ivasamur, verður ofta sagt, at bólturin er rundur, og at einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Finnið myndamál í fyrra innslagnum, sum er tikið úr fótbólti.

5. Greiðið frá, hví tað í seinna innslagnum verður mett sum ryggleyst at vera burturstaddur til endaliga atkvøðugreiðslu. Var tann burturstaddi ikki í lógligum ørindum? 

6. Vóru tað bara limir í samgonguflokkunum, sum endaliga atkvøddu fyri?

7. Fyrr hava líknandi tingmál, t.d. broytingar í grein 266b í revsilógini, elvt til, at løgtingslimir hava skift flokk. Grundið yvir, hví júst tað hendi í 2006, og gerið eina meting av, hví hetta mál er so týdningarmikið, tá tað ikki er eitt samgongumál.