Skip to main content

Hvørji eru vit?

Henda temasíðan er um ætlaðar broytingar í hjúnabandslógini. Fakliga fevnir síðan um lærugreinarnar samfelagsfrøði á miðnámi, og søgu/samtíð, føroyskt og kristni á hádeild í fólkaskúlanum. Undir evnunum eru uppgávur. Við nýggjastu kanning um happing í skúlanum, vil temasíðan eisini skapa eina ítøkiliga fatan av, at í felagsskapinum eigur eingin at verða hildin uttanfyri. Í aktuella samgonguskjalinum sæst orðið ‘vit’ sekstan ferðir. Allíkavæl siga vit ‘hitt slagið’ um samkynd, og øll vita, hvat vit meina við. Góðar og upplýsandi sendingar í almenna Kringvarpinum hava havt sama heiti, uttan at nakað ilt hevur ligið í tí. Hagfrøðin sigur, at í hvørjum flokki eru tveir næmingar, sum ikki er hinskyndir eins og restin av flokkinum. Sagt verður, at 5-10% eru samkynd, tvíkynd ella tvørkynd. Tá er neyðugt at ansa eftir felagskensluni. Vit eru øll vit. Og eingin er farin av vitinum av at ganga í skúla. Vit eru øll vit. Eisini tey vitugu.